Felagshús til Gøtufólk

Um eitt hálvt ár eiga fólk í Gøtu eini felagshús til felagsvirksemi í kommununi. Hetta hevur bygdaráðið samtykt. Tað hevur leingi ligið í kortunum, at fáa til vega eini felagshús í Gøtu. Á býráðsfundi í síðstu viku avgjørdi bygdaráðið at fara undir byggingina av felagshúsinum í Sarpugerði. Talan er í fyrsta umfari um at gera bygningin kláran til innrætting. Arbeiðið er mett at taka fimm og ein hálvan mánað. Bygdaráðið tók av tilboði frá Norðhús, sum eisini hevur bygt Badmintonhøllina í Klaksvík. Samlaða verkætlanin er mett at kosta millum 8,5 og 9 milliónir. Í 2007 hevur kommunan sett 4 milliónir av, og komandi ár er ætlanin at seta restina av.

Ætlandi skal húsið kunna rúma stórum pørtum av felagsvirkseminum í kommununi v.m. felagsøki, skrivstovuøki og goymslu, eins og húsið sjálvsagt eisini er partur av ítróttarøkinum við m.a. einum nútímans áskoðaskýli, umklæðingarrúmum o.ø. umstøðum, ið hoyra til eitt nútímans ítróttarøki.