Felagshøli til frælsa ítróttin í Havn

Dagstovnurin Kurla skal nú gerast til felagshøli fyri frælsa ítróttin í Havn

Tað er nú 20 ár síðan, at Føroya Tele loysti tørvin á barnaansing fyri starvsfólkini, tá Føroya Tele keypti Kurluna tætt við Tórsbreyt og samstarvssáttmáli varð gjørdur við Tórshavnar kommunu.Kurla varð niðurløgd sum dagsstovnur í fjør. Kommunan hevði forkeypsrætt uppá ognina og í summar samtykti fíggjarnevndin at gera keypsavtalu við Føroya Tele, tí ætlanin var, at ítróttarfeløgini, sum brúka Tórsbreyt, eitt nú Bragdið og Hvirlan, skuldu fáa innivist og brúksrætt til bygningin sum felagshøli.

Síðan er mælt til at góðkenna ein keypsprís uppá 3,5 miljónir. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.