Tað kunngjørdi Evropeiski Miðbankin í morgun. Við avgerðini fara teir tríggir evropeisku bankarnar og tjóðbankarnir í USA og Japan at senda fleiri dollarar í umfar á kreditmarknaðinum.
Fráboðanin frá bankunum fekk alt fyri eitt sína ávirkan. Á teimum evropeisku virðisbrævamarknaðunum hækkaði virðið millum sjey og átta tann fyrsta tíman aftan á fráboðanina. Í Keypmannahavn var hækkingin um sjey prosent.
Tað var kanska ikki bara fráboðanin frá bankunum, sum fekk partabrævavirðið at hækka. Í gjár samdust leiðararnir í evrulondunum um eina skipan, sum ber í sær, at hvørt einstakt land skal tryggja øll lán, sum bankar taka sínamillum.
Hetta vikuskiftið hendi eisini tað, at norska stjórnin samtykti at brúka 310 milliardir krónur til eina bankabjarging.