Heilsuverkið
Almanna-og heilsumálaráðið arbeiðir sum kunnugt við at seta í verk eina felags talgilda ? ella digitaliseraða - heilsuskipan fyri føroyska heilsuverkið.
Henda skipan skal vera við til at tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi, og at gongdin hjá sjúklingunum í heilsuverkinum hongur saman.
Tað er ein projektbólkur við umboðum fyri kommunurnar, sjúkrahúsverkið, kommunulæknarnar og Almanna-og heilsumálaráðið, sum hevur staðið fyri útboðsumfari at finna rætta veitaran av eini THS-skipan, sum talgilda skipanin verður rópt.
Sáttmáli
Úrslitið av útboðsumfarinum var ein sáttmáli millum WM-data og Sam-Teld øðrumegin og Almanna-og heilsumálaráðið hinumegin.
Sambært sáttmálanum skulu WM-data og Sam-Teld í felag gera eina THS-skipan fyri alt heilsuverkið.
Skipanin fevnir um sonevnd notat-modul, heilivág-modul, bíleggingar-og svar-modul, modul at skráseta tíð til sjúklingin og eitt modul til umsiting av sjúklingum.