- Trupulleikarnir við virkaðari hýsu á bretska marknaðinum eru so mikið stórir, at vinnan megnar ikki einsamøll at fáa handilsketurnar at gevast við boykottinum. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at spurningurin um atgongd til bretska hýsumarknaðin, sum verður boykottaður av stórum handilsketum, er ein spurningur um marknaðarføring og upplýsing um okkara fiskidagaskipan.
- Hetta er samstundis ein spurningur, sum vinnan í Føroyum í fyrstu atløgu eigur at taka sær av, sigur hann.
Jacob Vestergaard heldur, at okkara fiskidagaskipan er góð við teimum tillagingum, sum eru gjørdar - og sum verða gjørdar í skipanini.
- Myndugleikin gevur sítt ískoyti til at greiða vinnuni frá, hvussu skipanin virkar, og tað er mín vón, at vinnan kann bera boðskapin víðari á sínum marknaðum, soleiðis at fiskurin kann seljast til bestu kundarnar, sigur landsstýrismaðurin.
Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, fiskaframleiðari og reiðari, er ikki ósamdur við landsstýrismannin um, at tað er uppgávan hjá vinnuni at kunna keyparar um okkara fiskidagaskipan.
- Men trupulleikarnir við virkaðari hýsu á bretska marknaðinum eru so mikið stórir, at vinnan megnar ikki einsamøll at fáa handilsketurnar at gevast við boykottinum.
Jóhan Páll Joensen heldur, at neyðugt verður við upplýsingarátøkum, sum vinna og myndugleikar eru saman um.
- Vinnan kann ikki broyta okkara fiskiveiðiskipan, um tað er hetta, sum skal til. Tí verður neyðugt við felags átøkum til tess at upplýsa um tey stig, sum eru tikin og sum verða tikin fyri, at vit kunnu hava eina burðardygga fiskiveiði, sigur hann.