Felags átøk fyri børn í Kvívík

- Tað er ein sjálvfylgja, at dagstovnur og skúli gera felags tiltøk, siga dagstovnaleiðari og skúlaleiðari.

Kvívíkar kommuna saman við dagstovninum og skúlanum í Kvívík hava í dag skipað fyri felags tiltaki fyri at menna samstarvið millum stovnarnar og skapa góðar upplivingar hjá børnunum.

 

Dagurin byrjaði við, at Ragnar Isaksen, leiðari í trivnaðarnevndini hjá Kvívíkar kommunu, bjóðaði vælkomin.

 

- Børnini, sum vóru úr vøggustovualdri til 7. flokk, fóru síðan saman at renna eftir postum, har tey skuldu loysa felags uppgávur og leita eftir eggum. Stuttligt var at síggja, hvussu skúlabørnini leiddu yngru børnini frá einum posti til annan.

 

Leiðarin á dagstovninum, Gunnvá Edvardsdóttir og Høgni V. Warberg, skúlaleiðari, fegnast um, at dagurin í Kvívík eydnaðist so avbera væl. Tey halda tað vera eina sjálvfylgju, at dagstovnur og skúli gera felags tiltøk.

 

- Samstarvið er ein gongd leið, og nú fer at verða arbeitt við at gera enn fleiri tiltøk við sama endamáli, siga dagstovnaleiðari og skúlaleiðari.