Felags summarkvøld í annaðkvøld

Tað er í annaðkvøld, at Nes kommuna og Runavíkar kommuna í felag skipa fyri hugnaløtu við Toftavatn

Tað er í annaðkvøld - mánakvøldið 1. juni klokkan 18 - at Nes kommuna og Runavíkar kommuna í felag skipa fyri hugnaløtu við Toftavatn, og hetta er fimmtá árið á rað, at hetta tiltak verður roynt. 

 

Undanfarin ár hevur undirtøkan verið góð, og eini 300 fólk - í øllum aldri - hava nýtt høvið at verið við hvørja ferð. Fyriskipararnir vóna, at undirtøkan í annaðkvøld verður eins stór, og hon hevur verið tað hini árini.

 

- Farið verður av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin klokkan 17.50. Gingið verður eftir gøtuni, sum kommunurnar hava gjørt í felag, til samankomingina, har gøtan snarar niðan á Svangaskarð. Har verður felagssangur og røður á skránni, siga kommunurnar.

 

Nes kommuna og Runavíkar kommuna fara at halda fram við at betra um gøtuna og hentleikarnar kring hana. Seinasta ár vórðu benkur settir upp ymsa staðir framvið gøtuni, og í ár verður eitt nú arbeitt við at gera tvær nýggjar brúgvar um Løkin.