Felags skúlastjóri settur í Klaksvík

Felagsskúlin í Klaksvík hevur fingið fyribils stjóra. Nýggjur stjóri skal setast 1. februar 2015.

Símin Petur Hjelm er settur sum virkandi skúlastjóri fyri samanlagda fólkaskúlan í Klaksvík. Hesum boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

 

Tað var í apríl í ár, at Klaksvíkar býráð samtykti, at leggja skúlarnar báðar í býnum saman undir felags leiðslu. Arbeiðið at byggja nýggjan skúla er júst byrjað, og tí sýndist tað sjálvsagt, at hava eina leiðslu.

 

Símin Petur Hjelm er skúlastjóri á Ósaskúlanum. Ósaskúlin og Skúlin á Ziskatrøð verða lagdir saman frá 1. januar 2015. 

 

Stjórin á skúlanum á Ziskatrøð, Óla Jákup Joensen, boðaði herfyri frá, at hann gevst sum skúlastjóri vegna sjúku.

 

Mentamálaráðið hevur lýst starvið eftir nýggjum felags skúlastjóra leyst. Umsóknarfreistin til starvið er 7. januar og starvið verður sett 1. februar.