Felags samleikin er eyðkennið

44 ára gamla Flogfelag Føroya skifti í dag navn til ”62° Norður”. Virksemið felagsins fevnir nú um ferðaskrivstovu, hotell, matstovu og bilútleigan. Øll hesi øki verða nú ment undir nýggja felags samleikanum

FERÐAVINNA

 

Í dag broytir Flogfelag Føroya navn til ”62° Norður”. Nýggja navnið skal verða nýggi samleikin hjá øllum virkseminum hjá felagnum, sum fevnir um ferðaskrivstovu, hotell, matstovu, bilútleigan og seinni eisini um incoming – at taka ímóti ferðafólki, sum koma til landið.

Kent Christensen, stjóri í 62° Norður sigur, at styrkin hjá felagnum er breiða viftan av tilboðum.

- Við felags samleika kunnu vit øll kenna okkum sum part í eini størri eind, og á tann hátt kunnu vit eftir míni sannføring betur draga í felag, sigur Kent Christensen.

Hann vísir á, at um eitt av teimum tilsamans 70-80 starvsfólkunum t. d. sær, at ein av útleigubilunum stendur punkteraður, so er tað skyldan hjá starvsfólkinum at hjálpa.

Í komandi ári verður virksemið hjá 62° Norður víðkað við eisini at fevna um eina incomingskrivstovu, sum skal taka ímóti ferðafólki, sum koma til landið. Í dag er bert tann eina incoming ferðaskrivstovan, GreenGate.

Hotel Vágar og matstovan Rio Bravo, sum felagið eisini eigur, verða komandi tíðina umvældar. Spurdur um Rio Bravo verður at kenna, sum hon altíð hevur verið, svarar Kent Christensen, at bæði hotellið og matstovan fara at skifta navn.

- Vit umhugsa ymsar møguleikar við Rio Bravo – tí tað skal verða okkurt, sum dregur ferðafólk at sær. Vit vilja fegin finna eitt slag at matstovu, sum um summarið serliga leggur seg eftir ferðafólkum, men sum um vetur fyrst og fremst verður til føroyingar.

 

Tað var fyrr í ár, at teir tríggir, Kent Christensen, Dánjal Jákup Andreasen og Tummas Christoffersen keptu flogfelagið, sum upprunaliga varð stovnað í 1963 – eldsálin øll árini var Lars Larsen, sum var ímyndin av flogferðslu í Føroyum.

 

Sum nakað nýtt fer 62° Norður hvønn fríggjadag at hava eina síðu í Sosialinum við einum góðum ferðatilboð. Har verður greitt frá einum ávísum ferðamáli, og hvussu hetta kann leggjast til rættis. Hesaferð er talan um eina ferð til Azorurnar í heystfrítíðini.

- Hetta er sjálvandi fyri vísa kundunum, hvussu tey kunnu sleppa til eitt ávíst ferðamál. Tað kann nú verða, at hetta ikki er júst tað, tey ætla, men so er bara at koma at tosa við okkum um eitt tilsvarndi tilboð onkra aðrastaðni, so leggja vit tað til rættis, greiðir Kent Christensen frá. – Vit koma seinni við tilboðum so sum skíðferðir, ferð til Fjareystur, safaritúrur til Afrika o. s. fr.

Umframt skrivstovuna í Gundadali í Havn hevur felagið eisini eina skrivstovu á flogvøllinum. Hendan skrivastovan er nú ein beinleiðis ferðaskrivstova, meðan uppgávurnar fyrr vóru at avgreiða flogferðafólk.

- Hetta hevur so eisini ført við sær, at vágafólk hava sína egnu ferðskrivstovu, og tað hava vit eisini longu merkt, sigur Kent Christensen.