Felags gudstænasta og eitt av Føroya bestu kórum

Í morgin verður eitt serligt tiltak í høllini Inni í Dal á Sandi, og hetta er í samband við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.

 

Gøtu kirkju ungdómskór fer at syngja undir leiðslu av Símuni Hammer.

 

 

Kristi himmalsferðardag, hin 13. mai klokkan 12, verður felags gudstænasta í høllini Inni í Dal á Sandi. Havstein Klein, sóknarprestur, fer at prædika, og gudstænastan verður hildin í samband við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.

 

Gøtu kirkju ungdómskór fer at syngja undir leiðslu av Símuni Hammer. Kórið hevur luttikið í fleiri kappingum, bæði í Føroyum og uttanlands og hevur staðið seg væl.

 

Tónleikarar undir leiðslu av Ingmari Berg Mikkelsen fara at spæla undir til felagssangin, og konfirmantar fara at luttaka við upplestri.

 

Gentur úr 8. flokki í Sandoyar Meginskúla hava gjørt altartalvu til høvið, sum verður avdúkað, tá gudstænastan byrjar.

 

Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum, og her kunnu fólk hoyra, hvussu kirkjuklokkurnar hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan klokkurnar ringja, verða myndir av viðkomandi kirkjum at síggja.

 

Í høllini Inni í Dal verður høvi at keypa brunsj í morgin frá klokkan 10 til 11.30, og síðan verður suppa eftir gudstænastuna.

 

- Koronutilmælini verða hildin, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.

 

 

 

Gøtu kirkju ungdómskór fer at syngja undir leiðslu av Símuni Hammer.