Nývalda felags foreldraráðið. F.v.: Hans Fróði Jensen, Ólavur Jóannesarson Hansen, Jóhanna Maria Olsen, Barbara Djurhuus, Svanna í Gong, Bergdís Ester Gisladóttir, Beinta Lisberg

Felags foreldraráð fyri dagstovnaøkið í Havn valt

Á felagsfundi í samkomuhøllini í Finsen í gjárkvøldið valdu foreldraráðini fimm umboð í nýggja, felags foreldraráðið.

 

Nývalda felags foreldraráðið. F.v.: Hans Fróði Jensen, Ólavur Jóannesarson Hansen, Jóhanna Maria Olsen, Barbara Djurhuus, Svanna í Gong, Bergdís Ester Gisladóttir, Beinta Lisberg

Felags foreldraráðið fyri dagstovnaøkið er sett á stovn at umboða øll foreldraráð á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu og at virka fyri at fremja áhugamál hjá børnum og foreldrum. 

23 foreldraráð luttóku á fundinum í Finsen og vórðu 8 valevni stillað upp til fyrsta felags foreldraráðið. Valdu umboðini og varalimirnir eru hesi:

Barbara Djurhuus

Bergdís Ester Gisladóttir

Jóhanna Maria Olsen

Ólavur Jóannesarson Hansen

Svanna í Gong

Beinta Lisberg (1. varalimur)

Hans Fróði Jensen (2. varalimur)

Nevndin fer at skipa seg á fyrstkomandi fundi. Felags foreldraráðið hevur tveir fastar fundir um árið og kann kalla inn til fleiri fundir, um tørvur verður á hesum.

 

 

Nývalda felags foreldraráðið. F.v.: Hans Fróði Jensen, Ólavur Jóannesarson Hansen, Jóhanna Maria Olsen, Barbara Djurhuus, Svanna í Gong, Bergdís Ester Gisladóttir, Beinta Lisberg