Galdandi lóg í Føroyum um foreldramyndugleika og samveru er avoldað og kann snøgt sagt ikki brúkast. Foreldur, og serliga børnini, eru rætt og slætt slept uppá fjall, tá tey koma í ta støðu, at hjúnaskilnaður er einasta loysn. Eingin ráðgeving og eingin møguleiki fyri at taka málið uppaftur. Hjá okkum ber heldur ikki til at hava felags foreldramyndugleika og loyvt er eisini at nýta harðskap móti egnum børnum. Hetta er beinleiðis í andsøgn við ST - sáttmálan frá 89 um rættindi hjá børnum, og sum løgtingið hevur samtykt. Sáttmálin áleggur luttakaralondunum at taka neyðug stig til tess at verja børnini. Javnaðarflokkurin tók málið upp í febr. 2003, men tíverri komu vit ikki ígjøgnum við tí. Felags foreldrarættur verður aðrastaðni tengdur at javnstøðu, og hugsast kann, at tá foreldrini hava eitt positivt útgangsstøði, ein møguleika fyri bæði, so eru betri líkindi fyri, at børnini koma ikki í klemmu. Í áravís hava vit stríðst fyri javnstøðu, men gloyma, at hon eigur at virka báðar vegir. Børnini eru púrasta verjuleys. Tað má vera okkara skylda at syrgja fyri, at teirra rættindi altíð standa fermst, og at foreldrarættindi, ella vit kundu heldur kalla tað foreldraskyldan, verður lagað eftir tí.
Nógv liggur á láni, nú samgongan stakk í sekkin. Hetta er bara eitt av teimum. Eitt mál, sum hevur ligið í dvala, sum einki skuldi gerast við, tí hetta skuldi yvirtakast!!! Helst høvdu dagføringar verið gjørdar, um samgongan ikki hevði havt lagt lok á tað við sínum yvirtøkulyftum.