Felags foreldramyndugleiki

Tá ið foreldur velja at fara hvør til sítt, er tað altið ein avbjóðing at tryggja, at børn teirra koma sum best frá skilnaðinum. Tað besta fyri barnið er altíð, at foreldrini eru einig. Hetta merkir eisini ofta, at annað av foreldrunum má geva seg rættiliga langt og finna seg í nógvum. Alt til æru fyri friðin og fyri trygdina hjá barninum.

Tá ið foreldur velja at fara hvør til sítt, er tað altið ein avbjóðing at tryggja, at børn teirra koma sum best frá skilnaðinum.  Tað besta fyri barnið er altíð, at foreldrini eru einig. Hetta merkir eisini ofta, at annað av foreldrunum má geva seg rættiliga langt og finna seg í nógvum. Alt til æru fyri friðin og fyri trygdina hjá barninum.

 

Tað vanliga er eisini, at foreldrini eru samd um, hvat er best fyri teirra barn/børn, nú tey velja at fara hvør til sítt. Men ikki altíð! Og tað er í hesum førum,har foreldrini ikki eru samd,  at politiski myndugleikin hevur eina uppgávu, sum er at dagføra lóggávuna á økinum.  

 

Um foreldrini eru gift og fara hvør til sítt, er vanliga reglan at foreldramyndugleikin er felags. Men so er ikki, um foreldrini ikki eru gift.

Tá er tað mamman, sum hevur foreldramyndugleikan, um tey ikki hava avtalað felags foreldramyndugleika frammanundan.

 

Um pápin tá skal fáa foreldramyndugleika, skal myndugleikin antin verða felags við mammuna ella mamman letur foreldramyndugleikan frá sær til pápan

 

Eru foreldrini ikki samd um hetta, kann pápin leggja sak, og so er tað rætturin, sum tekur avgerð um pápin kann fáa foreldramyndugleika.

 

Trupulleikin er, sum eg síggi tað, at Dómstólurin ikki hevur heimild til at døma felags foreldramyndugleika, um foreldrini ikki vóru gift, áðrenn tey fóru hvør til sítt.

 

Tá ið tvey fara hvør til sítt, er tað fyri barnsins tilknýti til foreldrini líkamikið, um foreldrini vóru gift ella ikki.  Og tí eigur tað heldur ikki at verða tað, sum er avgerandi fyri, um foreldrini eftir, at tey eru farin hvør til sítt, hava eitt orð at siga í uppalingini.  Ein pápi er jú líka góður pápi, um hann var giftur við mammuni ella ikki.

 

Tí er hetta eitt øki, sum fokus eigur at verða sett í eini komandi samgongu. Fakfólk eiga at verða hoyrd, so rættar dagføringar verða gjørdar í lóggávuni - fyrst og fremst til gagns fyri børnini! Og í aðru atløgu til gagns fyri rættin hjá báðum foreldrunum.

 

Annita á Fríðriksmørk