Hvørki Høgni Hoydal ella Kaj Leo Johannesen ynskja at svara mínum brævi. Fyrsta brævið, eg sendi til Høgna, var tann 1. juli 2008, tá hann var landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Í einum svari eg fekk frá Anders Fogh Rasmussen við fyrispurningi um ta nýggju foreldralógina, sum kom í gildi her í Føroyum tann 01.04.2007 var onki til hindurs fyri at (forældreansvarsloven) eisini kundi virka í Føroyum. Men hettar fingu føroyskir politikarar sett stopp fyri, tíanverri.
Tá (foreldremyndighed og samvær) kom í gildi í Føroyum, vóru tað nógv sum hildu, at tað fór at blíva tann sama lógin, sum skuldi virka í øllum ríkinum. Men so var ikki. Vit fingu í staðin eina lóg, sum ikki kundi brúkast í Danmark.
Eg tosaði einaferð við Finn Helmsdal, sála, sum tá hevði málið um hendi fyri at hoyra, hvat henda lógin gekk út upp á, og hví vit skuldu sita eftir við einari lóg, sum ikki var góð nokk í Danmark. Hann segði, at tað var onki sum politikararnir í Føroyum kundu gera nakað við. Hettar var ein lóg, sum varð trýst yvir høvdið á okkum, og har var onki at gera.
Men nú havi eg fingið tað váttað í brævi frá Anders Fogh Rasmussen, svart upp á hvítt, at hettar er ikki í trá við tað, sum Finnur Helmsdal segði. Í brævinum frá Anders stendur millum annað:
»Som sagt så er forældreansvarsloven nu gennemført i Danmark, og hvis der fra hjemmestyrets side måtte være et ønske om, at loven sættes i kraft for Færøerne, er vi fra dansk side naturligvis helt indstillet på at medvirke hertil«
Eg vil heita á politikarar í Føroyum um at taka hettar í álvara og ikki bara sita og hyggja at, meðan nógvir menn muga niður við flagginum. Grundin til, at eg sigi menn, er tí, at tað í flestu førum eru menn, sum verða settir uttanfyri, og muga bara gjalda tað, sum teir eru dømdir til, uttan at hava nakra ávirkan á síni egnu børn.
»Foreldremyndighed og samvær« er ein lóg, sum virkar við góðum úrsliti í londum rundan um okkum. Tí hevði tað verið eitt ynski, um hon eisini kundi virka í Føroyum.