Felags finalur

Aftur í ár verður talan um stóran felags finaludag hjá badminton, borðtennis og judo

Fyri trimum árum síðani byrjaðu badminton og borðtennis at hava FM-finalurnar saman, og í fjør legðist judo afturat hesum ítróttagreinum. Stóri finaludagurin í ár verður tann 19. apríl, tá Badmintonhøllin í Havn er karmur um tiltakið.