Kommunur: Tað var ikki uttan stríð og strev at samstarvið um eina felags barnaverndartænastu gjørdist til veruleika.
Men henda tænastan millum tvær kommunur á meginøkinum og tríggjar í Norðoyggjum gjørdist kortini veruleiki. Og nú er gjørligt at seta seg í samband við hesa tænastuna hvønn yrkadag í arbeiðstíð og eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Henda felags barnaverndartænastan fyri Sunda, Eiðis, Hvannasunds, Viðareiðis og Húsa kommunur heldur til á Oyrarbakka.










