Eitt spennandi kappingarár bíðar føroysku landsliðsáleyparunum, Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen í íslendska meistaraliðnum, Breiðablik.
Breiðablik skal eisini kappast í Champions League undankappingini.
Breiðablik hevur gjøgnum góð úrslit seinnu árini verið væl fyri fíggjarliga, og nú hevur felagið arvað 200 miljónir íslendskar krónur. Ein upphædd sum svarar til 9,8 miljónir krónur í okkara peningi. Ein ræðuliga stór upphædd í íslendskum málistokki.
Í fjør doyði stóri Breiðablik-fjepparin, Guðmundur Eggert Óskarsson 87 ára gamal. Hann var felagnum sera trúgvur, og var eisini eitt skiftið formaður í Breiðabliki.
Í sínum testamenti ger Guðmundur Eggert Óskarsson greitt, at 200 miljónir íslendskar krónur av hansara ognum skulu fara til Breiðablik.
Í testamentinum leggur Guðmundur Eggert Óskarsson eisini stóran dent á javnstøðu. Har stendur, at peningurin skal deilast javnt millum mansdeildina og kvinnudeildina hjá Breiðabliki.
4. apríl spælir Breiðablik stórsteypadyst móti Víkingi Reykjavík. 10. apríl spælir Breiðablik fyrsta dystin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá Kórdrengir koma á vitjan í Kópavogi.
Spennandi verður at fylgja Patriki og Klæminti í Breiðabliki.