Felagið Camping.fo fingið nýtt oddafólk

Í samband við árliga endatreffið, sum í ár er á Mølini á Eiði, skipaði Camping.fo fyri árliga ársaðalfundinum í Hólmahúsinum á Eiði í dag.

Formaðurin tey seinastu 15 árini, Ivan Skorheim ynskti at siga seg frá sum formann og at sleppa úr nevndini. Hann ynskti tó verða til hjálpar og bjóðaði seg fram sum eykalim. Krissolvur Johannesen, Næstformaður ynskti at sleppa úr nevndini, hann heldur tó fram sum trúgvur stuðul hjá felagnum.

 

Aðalfundurin takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu.

 

Fyri valið stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur.

 

Eftir áheitan,stillaði Katrin Haraldsen upp til nevndina aftur, hon varð við til at stovnað felagið og sat tá í nevndini í nøkur ár.

 

Vald í nevndina vóru hesi:

 

Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur kom nevndina.

 

Katrin Haraldsen,

 

Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

 

Katrin Haraldsen, Forkvinna

 

Tórun Fredriksberg Dalfoss, Næstforkvinna

 

Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari

 

Magnus Jacob Magnussen, Skrivari

 

Tummas Heri Thomassen, Nevndarlimur

 

Rasmus Petur Tróndheim, 1. Tiltakslimur

 

Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur

 

##med2##