Ísrael 60 ár - shalom.fo
Vælkomin í Sloans hús á Ólavssøku
ÍSRAEL 60 ár
Opið hús verður í Sloans húsum á Tinghúsvegnum 27. 28. og 29. juli kl. 15-20
Ólavssøkudag, 29. juli kl. 15-20
FILMUR - BØKUR - FLØGUR - Drekkamuður - okkurt til børnini
UTTANDURA, um viðrar:
Ólavssøkuaftan kl. 18 og Ólavssøkudag kl. 18
Sigrid Rasmussen og Heine Lützen syngja
VÆLKOMIN
Vinir Ísraels í Føroyum og Ísraelsfelagið
Tiltakið er í sambandi við at 14. mai í ár vóru 60 ár síðan David Ben-Gurion lýsti nútíðar-statin, Ísrael, sjálvstøðugan at vera.
Tað, at Ísrael er til enn í dag, er í sjálvum sær eitt undur. Neyvan hevur nakað land møtt slíkari mótstøðu, líka frá fyrsta degi.
Tað er tí av alstórum týdningi fyri Ísrael, at fáa viðurkenning og eina vinahond frá so mongum londum og fólki sum tilber.
Feløgini, Vinir Ísraels í Føroyum og Ísraelsfelagið, royna at lýsa viðurskiftini í Ísrael og at virka fyri góðum vinalagi og samstarvi millum londini bæði, verður sagt í tíðindaskrivi.