Felagið Vágar hevur búmerkjakapping

Felagið Vágar skal hava búmerki, sum kann gera felagið sjónligari í gerandisdegnum. Kapping er skrivað út, og bara hugflogið setir mørkini

Búmerkjakaping

Vágar:Fyri at gera Felagið Vágar meira sjónligt, er gjørt av at skriva út ein búmerkjakapping, greiðir Terji Nielsen, dagligur leiðari hjá Felagnum Vágum frá.
Felagið Vágar varð stovnað í vetur, tá Vága Vinnufelag og Ferðavinnan í Vágum vórðu løgd saman í eitt felag. Felagið rekur Kunningarstovuna í Vágum umframt kuningardiskin á flogvøllinum. Trý fólk stavast í dag hjá Felagnum Vágum.
Endamálið hjá felagnum er millum annað at menna bæði ferðavinnu, handilsvinnu og aðra vinnun í Vágum umframt at skipa fyri handils- vinnu- og mentanartiltøkum í oynni.
Terji Nielsen, kunningarleiðari, sigur, at endamálið við búmerkjakappingini er at fáa eitt búmerki, sum kann nýtast í ymsum tiltøkum hjá Felagnum Vágum.
Handlar og fyritøkur, sum eru limir í felangum, fara at hava merkið á ásýniligum støðum, soleiðis at gjølla sæst, at tey eru við í felagnum.
Eisini í øðrum samanhangi, har Felagið Vágar ella limir tess eru við, er tað av týdningi, at nýta búmerkið og gera vart við, at tey eru í felagnum.
Búmerkjakappingin er sett til at vera fram til 15. juni, tá uppskotini skulu vera Felagnum Vágum í hendi.
Eingi krøv eru sett til búmerkið, sigur Terji Nielsen. Men tey vænta kortini, at tey fara at halda seg til eit einfalt og eygagott búmerki, sum fólk leggja merki til. Í aðrar mátar er bara hugflogið, sum setir mørk.
Tey hava fingið professionelt fólk at hjálpa sær við at døma innkomnu uppskotini. Har eru fólk frá lýsingarfyritøkum og Ferðaráðnum, eins og eisini tvey fólk frá Felagnum Vágum eru við.
At Ferðaráðið er við í dómsnevndini kemst av, at stórur partur av virkseminum hjá Felagnum Vágum júst hevur tilknýti til ferðavinnuna so ella so, sigur Terji Nielsen.
Uppskot til búmerkjakappingina hjá Felagnum Vágum skulu sendast til Felagið Vágar, 370 Miðvági, og skulu vera inni í seinasta lagi tann 15. juni 2003.
Vinnarin av búmerkjakappingini fær ein APEX ferðaseðil fyri tvey til Danmarkar við Atlantsflog. Nummar tvey fær eitt vikuskifti fyri tvey á Hotel Vágum við morgunmati og døgurða, sigur Terji Nielsen.