Felagið Nótaskip: Uppboðssøla er óbrúkilig

Vinnan vil heldur hava tilfeingisgjald enn uppboðssølu av fiskirættindum

- Vinnan hevur sagt frá, at hon er ímóti at útluta fiskirættindi við eini uppboðssøluskipan, tí vinnan heldur ikki, at tað er ein brúkilig skipan. Hinvegin er vinnan sinnað at góðtaka eina skipan við tilfeingisgjaldi.

Tað skrivar Jógvan Jespersen, sjóri í Felagnum Nótaskip, í einari almennari viðmerking í dag.

Viðmerkingin kemur eftir fiskivinnuráðstevnu í Runavík í farnu viku, har formaðurin í nýskipanarnevndini greiddi frá, at nevndin hevði fingið til uppgávu at gera skipan, so øll fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu í 2018.

- Hesi tíðindi eru ikki sørt ørkymlandi, tí hví skal man seta eina nevnd at arbeiða við eini fiskivinnunýskipan, tá leisturin er púra fastlagdur frammanundan. Hví er man ikki bara beinleiðis farin til politisku tingingarnar, skrivar Jógvan Jespersen.

- Tann mest eyðsýnda grundgevingin fyri, at uppboðssøla ikki er eitt egnað amboð til at útluta fiskirættindi, er tann veruleiki, at hesin útlutingarháttur so at siga ikki verður brúktur, og als ongastaðni um okkara leiðir. Var hetta ein brúkilig skipan, so hevði hon heilt vist verið brúkt víða um, sigur hann.

Viðmerkingin kann lesast í fullum líki her