Felagið má standa saman

Nýggi formaðurin í MBF, Leila Solmunde, vil leggja nógv fyri, at tey 23 feløgini í meginfelagnum kenna seg væl í felagnum. Hon ætlar framhaldandi at virka fyri, at fólk við skerdum førleika kunnu verða á jøvnum føti við hini í føroyska samfelagnum.

Aðalfundurin hjá MBF valdi leygardagin, Leilu Solmunde, til nýggjan formann í felagnum. Nýggi formaðurin sigur, at fremsta uppgávan hjá sær verður at fáa felagið at standa saman.
-Vit eru 23 feløg í MBF, og tí eru ofta 23 meiningar um ymisk øki. Høvuðsuppgávan hjá mær verður at fáa felagið at tosa við eini rødd. Eg ætli mær eisini at leggja nógv fyri, at feløgini kenna seg væl í MBF, sigur Leila Solmunde.

Ein styrki
Í 16 ár var Leila Solmunde formaður í Giktafelag Føroya, sum er eitt av feløgunum undir meginfelagnum.
-Tað er óivað ein styrki hjá mær, at eg havi verið formaðurin í einum feløgunum undir MBF. Eg veit, hvat tey hugsa og vænta av einum formanni, tí eg havi roynt at sitið hinumegin borðið, og hetta átti at komið mær til góðar, vísir Leila Solmunde á.
Nýggi formaðurin greiðir frá, at hjartamálið hjá henni verður framvegis at virka fyri at fólk við skerdum førleika kunna verða á jøvnum føti við hini í føroyska samfelagnum.

Í koyristóli
Leila situr sjálv í koyristóli, og tað verður starvsnevndin í MBF noydd at tillaga seg til.
-At eg siti í koyristóli verður heilt avgjørt øðrvísi hjá nevndini. Tey verða noydd at ráðleggja øðrvísi, tí eg sleppi ikki fram at allastaðni, sigur Leila Solmunde at enda