Formaðrin í felagnum Lemmatrolarar, Hans Andrias Joensen, hevur sent Firkimálaráðnum skriv har kravt verður, at makrelbýtið til lemmatrolarar verður avgreitt beinanvegin. Felagið Lemmatrolarar sigur soleiðis í skrivinum:
»Vit í felagnum ?Lemmatrolarar? vilja staðiliga mótmæla at mismunur verður gjørdur ímóti okkum við at lova øðrum at fiska makrel ímeðan vit mugu bíða í óavmarkaða tíð. Hettar er sera órættvíst og kappingaravlagandi tí okkara vertíð verður styttri enn hjá hinum. Somuleiðis kunnu vit framvegis ikki seta fyrireikingarnar í gongd eins og hinir tí okkara fiskiloyvir enn ikki eru útskrivaði. Harafturat verður nøgdin av fiski sjálvsagt minni tá ið hinir sleppa at fiska fyrst, umframt at fiskurin verður styggari og verri at fiska hjá okkum tá ið hinir sleppa at byrja fyrst. Møguleikarnir hjá okkum at bjóða á uppboðssøluni fyri makrelloyvir vera eisini munandi verri enn hjá hinum tí vit hava onga inntøka av makrelinum ímeðan hinir kunnu vinna pening og síðan yvirbjóða okkum á uppboðssøluni.
Hettar er mismunur og kappingaravlaging av grovasta slag«.










