Felagið LÓG hevur havt aðalfund, og á skránni var millum annað val av trimum nevndarlimum. Kristina Samuelsen og Finn Ougaard tóku við afturvali, meðan Jóhan J. Lamhauge, advokatur, varð valdur í nevndina fyri Katrinu Mariu Johannesen.
Birta Biskopstø, ráðgevi hjá Løgtingsins umboðsmanni varð afturvald sum grannskoðari.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við:
Mimi Steintórsdóttir, advokati, sum forkvinnu,
Finn Ougaard, varafúta, som næstformanni,
Jóhannu Arge, ráðgeva hjá Løgtingsins umboðsmanni, sum skrivara,
Kristina Samuelsen, ráðgeva hjá Ríkismboðnum, sum kassameistara, og
Jóhan J. Lamhauge, advokati, sum samskipara.
Felagið LÓG varð stovnað miðskeiðis í 2008 við tí endamáli at vera eitt forum fyri fakligum kjaki millum løgfrøðingar. Regluligir fundir eru eina ferð um mánaðin, har viðkomandi evni verða sett á skrá við einum uppleggshaldara og kjaki aftaná. Á skránni farna árið vóru m.a. foreldramyndugleiki og samvera, endurskoðan av bygnaðinum í almennu fyrisitingini og leigulógin.
Á skránni í vár verða Brúkaraumboðið, málið um mvg av skrásetingargjaldi á bilum, kirkjulóggávan, fiskivinnusamráðingar og yvirtøka av revsirættinum.
Nevndin stílar somuleiðis fram ímóti at fáa útlendskar fyrilestrahaldarar til tiltøk í felagnum, eins og ætlanin er at skipa fyri einum fakligum túri til Íslands í heyst.
Felagið telur í dag umleið 70 limir.