Aarhus Fremad hevur so stórar fíggjarligar trupuleikar, at vilja spælararnir ikki fara niður í helvt í løn, fer felagið á húsagang. Tað skrivar Århus Stiftstidende í dag.
- Tað seinasta, vit ynskja at gera, er at krevja felagið á húsagang, tí so hevði okkara arbeiði verið av ongum, sigur Anders Brøchner, sum er liðformaður í felagnum.
Venjari hjá Aarhus Fremad er Krzystof Popczynski, sum virkaði sum spælari og venjari í Føroyum í meira enn 10 ár.