Felagið hevur einki gjørt

Fótbóltur: Men kortini er einki at ivast í, at tað eru tey, sum í tí stilla hava gjørt klárt at gera burturúr í Klaksvík

Tað er møguleiki fyri, at KÍ longu í morgin vinnur FM heitið, og møguleikin er ikki serliga langt burtur. Um KÍ vinnur í morgin, so eru teir FM vinnarar, uttan mun til hvussu tað gongur í Fuglafirði, og um B36 og KÍ spæla javnleik, og GÍ ikki fær stig í Fuglafirði, so er KÍ eisini FM vinnari.

Um B36 vinnur í morgin, og GÍ eisini vinnur, so fellur eingin avgerð fyrrenn annan leygardag.

Svend Jacobsen er formaður í Klakvíkar Ítróttarfelag. Hann fer saman við øllum hinum klaksvíkingunum til Havnar í morgin, men hann og hinir í nevndini hjá KÍ hava einki gjørt klárt fyri at hátíðarhalda meistaraskapin:

? Vit bíða framvegis eftir, at vit skulu tryggja okkum FM heitið, og so leingi, sum vit ikki hava gjørt tað, so gera vit einki við nakrar fyrireikingar. Vit hava gjørt av, at ársveitslan verður leygardagin 23. oktober, og tað er tað einasta, sum er avgjørt.

Úr Klaksvík ljóðar, at tað eru tey, sum fara til Havnar við útgerð í taskunum, sum í einari handavend kann fáast fram í ljósið, um FM heitið verður veruleiki, men tað er eingin, sum vil siga nakað um hetta. Tá vit tosaðu norður til Klaksvíkar var tað onkur, sum helt fyri, at hann kundi ikki fara suður til Havnar í morgin, tí onkur mátti vera eftir har norðuri og taka ímóti endanum, tá Smyril kemur norður í annaðkvøld!