Eystanstevna
Hin 4. juni í 2004 hevði Felagið Høganes 20 ár á baki. Felagið varð stovnað við tí endamáli at varðveita sluppina, Høganes, sum part av einum sjógripasavni.
Sluppin er varðveidd øll hesi 20 árini, men smátt gongur at fáa innivist fyri skipinum uppi á landi. Fyrstu trý árini nýtti felagið til at avmontera og seta í stand 100 ára gomlu sluppina, ið var tann seinasta í Eysturoynni.
FD 5 "Høganes" kom til Føroya úr Íslandi og kallaðist tá
"Skarphjeðinn". Hon hevur hoyrt heima á Tvøroyri, Sørvági og á Skálafjørðinum.
Síðan ístandsetingina hevur eitt fjølbroytt mentanarvirksemi verið umborð við eitt nú siðsøguligum framsýningum, listaframsýningum og alskyns konsertum. Haraftrat er skipið eisini nýtt til ymiskt felagsvirksemi og undirvísing í sjóvinnu.
"Høganes" er bygd í Rye í Onglandi í 1885 og verður sostatt
120 ár komandi ár.