Tummas Lauritsen, formaður í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir, og Bergur Berg, Mentamálaráðið, byrjaðu sunnudagin eina kunningarferð kring landið, har ætlanin er at kunna kirkjuráðslimir um lógarsmíð í samband við yvirtøkuna av fólkakirkjuni og geva teimum møguleika at spyrja og gera viðmerkingar.
Tummas Lauritsen og Bergur Berg høvdu fyrsta fundin sunnudagin umborð á Smyrli, meðan skipið lá við bryggju á Krambatanga. Kirkjuráðslimir úr Suðuroynni lýddu áhugaðir á, meðan Bergur Berg greiddi frá og aftaná var møguleiki at gera viðmerkingar og seta spurningar. Bergur Berg kunnaði eisini um møguleikan at gera viðmerkingar á heimasíðuni hjá Mentamálaráðnum.
Tummas Lauritsen sigur, at ymiskt var, ið kirkjuráðslimirnir høvdu hug at gera viðmerkingar til.
- Eittnú er galdandi í Danmark og í galdandi lógum hjá okkum, at møguleiki er at gera sonevnd valkirkjulið. T.d. er Torben Johannesen prestur í einum slíkum í Danmark. Okkara kirkjulið eru vanliga landafrøðilig, soleiðis at skilja, at ein er við har, ið ein býr. Men møguleikin við valkirkjuliðum dettur burtur í nýggju lógunum, men talan er nú um at fáa hetta inn aftur í lógina, sigur Tummas Lauritsen.
- Hetta førir so eisini við sær, at aðrir møguleikar mugu vera viðvíkjandi kirkjuskatti. Ein má kunna “taka hann við sær”, har ein velur fara í eitt kirkjulið, nevnir Tummas Lauritsen, sum annars fegnast um, at eini 22 limir møttu á fundi, hóast ivasom koyrilíkinidi og hann metir eisini, at Smyril hóskar sum fundarstaður.
Fundurin á Smyrli var hin fyrsti í røðini. Kunnadi ferðin heldur fram og mánadagin 22/1-07 er fundur í Klaksvík í kjallaranum í Christianskirkjuni. Mikudagin 24/1-07 er fundur í Hvalvík í Missiónshúsinum. Leygardagin 27/1-07 verður fundir í Sandavági í Meinigheitshúsinum, mikudagin 31/01-07 verður fundur í kjallaranum í kirkjuni í Gøtu, mikudagin 07/02.07 í Argja kirkju og fríggjadagin 09/02-07 í Skopun í Ungmannafelagshúsinum.
Allir fundirnir eru klokkan 19:30.