Felagið eitur Set

Tíðindaskriv

Set P/F, ið varð stovnað av framtaksfeløgunum Notio, Framtaksgrunninum og Sparikassagrunninum, byrjaði sítt virksemi í januar 2003 og hevur sostatt virkað í eitt knapt ár. Endamálið við felagnum er á vinnu-ligum grundarlagi at seta váðafúsan íbirtingarpening í verkætlanir og hugskot, sum hava góðar møguleikar fyri einum munandi búskaparligum avkasti.
Set P/F hevur síðan stovnan gjørt íløgur í 3 feløg, og arbeiðir í løtuni við fleiri øðrum spennandi íløguætlanum. Felags fyri tær íløgur, sum SET P/F ger er, at tær verða framdar í hugskotsfasuni hjá einari fyritøku, t.e. áðrenn fyritøkan veruliga er komin ígongd.
Nevndin metir, at útlitini eru góð fyri at felagið kemur at hava týdning fyri nýskapan innan føroyskt vinnulív. Felagið vil frameftir eisini virkið royna at finna nýggj hugskot at seta pening í, sum SET metir kunna geva eitt munandi avkast í framtíðini.