Felagarnir sovnaðu

Ein maður varð tikin koyrandi fullur leygarkvøldið í Havn. Hann hevði einki koyrikort, og felagar hansara í bilinum vóru eisini dýrandi fullir

Seint leygarkvøldið fekk politiið í Havn fráboðan um ein bil, sum koyrdi Yviri við Strond, og einki fantilsi var á koyringini.
Politiið steðgaði bilinum í Haoyvík, og tað vísti seg, at bilførarin var fullur, og haraftrat hevði hann einki koyrikort.
Hann hevði verið ein biltúr í Havn saman við tveimum vinmonnum og var tá á veg heim aftur í Eysturoynna.
Politiið fór við bilføraranum at taka blóðroynd, og tá ið politistarnir komu aftur til bilin, lógu hinir báðir fullu menninir í bilinum og svóvu.
Boðini, sum teir fingu, vóru at finna sær onkran annan fart inn í Eysturoynna.
Allir tríggir menninir vóru tilkomnir.