Hin 17. januar - sum verður leygardagin - hevur Krabbameinsfelagið 36 ár á baki.
Hóast felagið ikki fær almennan stuðul, hjálpir felagið fólki og avvarðandi, sum eru rakt av krabbameini, og Krabbameinsfelagið stuðlar eisini upplýsing, fyribyrging og gransking innan krabbamein.
Krabbameinsfelagið fíggjar sítt virksemi og teir aktivitetir, sum felagið fyriskipar, við limagjaldi og gávum.
Herfyri spurdu vit dagliga leiðaran, sum hevur starvast hjá felagnum í sløk 19 ár, um peningagávurnar, sum felagið stundum fær í samband við jarðarferðir, eisini gera mun.
Her er Jansy Gaardlykke ikki í iva. Tá lýst verður um deyðsføll og jarðarferðir, er nevniliga javnan at hoyra, at tey, sum kundu hugsað sær at latið blómur ella krans, í staðin kunnu lata eina peningagávu til Krabbameinsfelagið.
- Allar gávur, sum felagið hevur fingið millum ár og dag, hava verið við til at gera, at felagið kann hava so nógv og ymisk tilboð til sjúklingar og avvarðandi, og eingin ivi skal vera um, at peningagávurnar, sum felagið fær í samband við jarðarferðarlýsingar, gera stóran mun, sigur hon.
Hon vísir á, at øll árini hevur Krabbameinsfelagið gjørt tað soleiðis, at tá ein tíð er umliðin eftir slíkar jarðarferðir, kanska einir tríggir mánaðir ella so, sendir felagið teimum avvarðandi eina tøkk fyri gávuna.
- Vit upplýsa, hvussu nógv er latið, men ikki, hvussu nógv hvør einstakur hevur latið, sigur dagligi leiðarin, Jansy Gaardlykke, sum vegna felagið takkar fyri allar gávur, ið felagið fær til sítt virksemi.









