Ein áhugabólkur hevur í eina tíð kannað umstøðurnar og undirtøkunafyri at gera eitt meira skipað umhvørvi fyri flest øll, sum hava motorakfør ella hava áhuga fyri hesum. Ein ætlan er at arbeiða fram ímóti at gera eitt sum á donskum verður nevnt »køreteknisk anlæg«. Tað vil siga, at har er ein koyribani, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, millum annað til frálæru hjá koyrilærarum. Har kann eisini skipast fyri fleiri sløgum av motorsporti so sum go-kart-, knallert- og motorsúkklukoyring. Hetta verður nógv brúkt í okkara grannalondum, og tað hevur víst seg at hava sera positiva ávirkan, serstakliga á ungdómin, tí hann fær roynt síni evnir á einum slíkum bana. Hetta hevur víst seg at minka nógv um ta skilaleysu koyringina úti á alfara vegi.
Samband hevur verið við Road Racing Herning, sum í mong ár hevur skipað fyri koyring við m. a go-kart og motorsúkklukoyring, teir eru sera glaðir fyri ta ávirkan, hetta hevur havt á ungdómin har. Har verður gjørt nógv burturúr trygdini, og tað ringasta óhappið, teir hava havt, er eitt broti øsbein. Hetta má sigast at vera gott, tá havt verður í huga, at har verður koyrt næstan hvørt vikiskiftið.
Staðið, har banin liggur, skal eisini hava aðrar hentleikar til koyrifrálæru m.a. hálkubreyt . Hetta er krav í flestu londum rundan um okkum. Vit hoyra hvønn vetur um bilar, bussar og trailarar, sum fara útav vegnum vegna hálku, og við frálæru í hálkukoyring kundu vit kanska sloppið undan fleiri av hesum óhappum.
Áhugabólkurin hevur eisini verið í samband við fleiri stovnar og einstaklingar um hetta, og hevur tað verið sera positivt móttikið allastaðni.
Meira um alt hetta verður at hoyra á fundinum, sum verður á Føroya Maskinmeistaraskúla sunnudagin 3 september kl 16.