Felag fyri fólk við arm- og beinbreki

Í døgunum 6. til 13. oktober 2003 er ætlanin at seta eitt felag fyri børn og vaksin við arm- og beinbreki

Nú verður farið í holt við at seta eitt felag á stovn fyri børn og vaksin við arm- og beinbreki. Talan er um ein bólk, sum hevur virkað í fimm ár, men onki felag hevur verið til kortini.
Nú er so sum sagt ætlanir frammi um at seta eitt tílíkt felag á stovn. Bólkurin heldur, at tað er av alstórum týdningi at fáa sett á stovn eitt felag soleiðis, at øll við hesum breki og teirra familjur og avvarðandi vita, hvar tey kunnu fáa stuðul og ráðgeving.
? Vit hava í hesi fimm árini verið limir í danska felagnum, sum hevur verið ein hollur stuðul, verður sagt í tíðindaskriv, har tey leggja afturat, at tað framyvir verður eisini neyðugt at halda áfram við limaskapinum í danska felagnum soleiðis, at tey kunnu gera gagn av teirra vitan, royndum og skeiðvirksemi.
Bólkurin sigur, at tey hava sæð, hvørjir stovnar í hesum landi virka væl, og hvørjir virka minni væl.
? Tað er tí okkara ynski at fáa í lag eitt størri tvørgreinaligt samstarv, sigur bólkurin.
Í sambandi við at nýggja felagið verður sett á stovn, skipar bólkurin fyri einum fyrilestri. Tey hava boðið Karsten Torst Pedersen, fyrrverandi leiðaranum av danska felagnum Landsforeningen af arm- og bendefekte, sum sjálvur er føddur við armbreki, til Føroyar at halda fyrilestur.
Hesin fyrilestur verður í MBF húsinum týsdagin 7. oktober fyri innbodnum.