Í felag finna vit røttu loysnirnar fyri SEV

Elfelagið SEV er ein alt ov týðandi aktørur í føroyska samfelagnum til at gerast kastibløka í almennum ósemjum millum eigararnar og við felagið sjálvt. Vit mugu nú savna okkum um at seta út í kortið, tí givið er, at tøk skulu takast

Alment kjak er neyðugt um øll almenn viðurskifti, men í kjakinum um SEV harmar tað meg at síggja og hoyra, at tað verður tosað um vinnarar og taparar í sambandi við eina avgerð á aðalfundi í SEV. Slík umrøða, har tónin er rættiliga harður og orðini ógvuslig, byggir ikki upp nakað gott, men elvir heldur til spjaðing og stríð millum partar, sum í felag eru eigarar og tí hava ábyrgd av Elfelagnum SEV.
Sum borgarstjóri í einum av kommununum, sum eiga SEV, vil eg staðiliga mæla til, at vit nú taka málið upp, bæði í KSF og FKF, saman við nevnd og leiðslu í SEV, soleiðis at vit kunnu savna kreftirnar um at finna røttu leiðirnar at ganga víðari fram – til besta fyri allar partar.

Nú byrjar arbeiðið
Á seinasta aðalfundi í SEV gjørdi aðalfundurin av at hækka prísirnar. Ein týðandi orsøk til hetta var, at skotbráið var ov stutt til at gera so ógvusligar broytingar og sparingar í árinum, sum nú er byrjað.
Henda avgerð merkir sjálvandi ikki, at einki skal gerast. Tvørturímóti er henda avgerð bert byrjanin til eitt arbeiði, sum nú eigur at fara í gongd í felag millum allar viðkomandi partar, sum fyrst og fremst eru leiðsla og nevnd í SEV og eigararnir, kommunurnar.
Á fyrst komandi fundi í KSF fara vit heilt víst at leggja upp til ein dialog og samstarv við nevnd og leiðslu í SEV, og her vil eg sjálv leggja dent á, at hetta skal fara fram á ein konstruktivan og samstundis dynamiskan hátt.
Tað er eitt nú eigarans uppgáva at seta yvirskipað út í kortið tað, sum nevnd og leiðsla síðan standa fyri og fremja í verki.

Í tólvta tíma
Høvuðstrupulleikin við teimum broytingum, sum partar av eigarunum komu við til aðalfundin, var, at henda viðgerð kom alt ov seint til at seta í verk á skilagóðan hátt í hesum árinum. Umráðandi er at arbeiða á ein skipaðan og so skynsaman hátt, sum tilber.
Bráfeingis trupulleikin hjá aðalfundinum var at fáa fíggjarætlanina hjá SEV fyri 2011 at hanga saman, og tann akutta setningin greiddi aðalfundurin. Í veruleikanum var talan um eina álvarsstøðu, og hetta var orsøkin til, at tikið varð undir við fíggjarætlanini, samstundis sum lagt varð upp til, at hvør einstøk kommuna sum eigari framhaldandi ger sína ávirkan í samstarvi við nevnd og leiðslu.
Sum eg eisini førdi fram á aðalfundinum, so tykist tað undrunarvert at koma í tólvta tíma og gera viðmerkingar til eina fíggjarætlan, har tað so týðiliga gongur fram, hvussu stórur tørvurin var at hækka prísin.

Allir partar mugu
vísa samstarvsvilja
Umboðini í stýrinum fyri SEV eru vald av kommununum, og rætta mannagongdin er at arbeiða ígjøgnum hesi.
Tað kann ikki spyrjast nakað gott burturúr, um partarnir mótarbeiða hvørjumøðrum. Til tíðir tykist tað sum um, at SEV skal berjast á øllum frontum. Tí er ógvuliga umráðandi, at vit, kommunurnar, sum eigarar standa saman um henda felagsskap.
Samstundis er tað ómetaliga umráðandi, at bæði nevnd og leiðsla í SEV eru somikið eyðmjúk, at tey konstruktivt taka ímóti viðmerkingum, sum koma inn, og veruliga taka hesar uppá ráð. Kommunurnar hava nógv góð hugskot, og kunnu vera góðir sparringspartar – eisini hjá SEV.

Elveitingareftirlitið
er ikki uttan skuld
Tað kann ikki annað enn undra, at Elveitingareftirlitið hesi seinastu tvey árini hevur forðað SEV í at gera tvær smærri hækkingar. Harmiligt, at hesin eftirlitisstovnur ikki hevur dugað at sæð longur fram, soleiðis at SEV fekk møguleikan til hesar lagaligu hækkingar í betri tíðum.
Ein skal altíð vara seg fyri at kasta skuld á onnur, men við hesi vitan kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at Elveitingareftirlitið eigur sín lut í hesi óhepnu støðu, sum SEV – og landið sum heild – er komið í.
Vit, føroyingar, mugu læra at hyggja longur fram, at gera langtíðarætlanir.

SEV ikki sum ein
og hvør fyritøka
Í kjakinum hevur eisini verið ført fram, at um talan var um nakra aðra fyritøku, so hevði tað fingið avleiðingar fyri leiðsluna, og møguliga hevði alt virksemið steðgað upp, soleiðis sum málið um fíggjarætlanina fyri 2011 er handfarið av SEV.
Her mugu vit minnast til, at Elfelagið SEV als ikki kann sammetast við eina og hvørja aðra fyritøku ella felag, tí SEV hevur serligar ábyrgdir og samfelagsskyldur, eisini slíkar, sum eru álagdar við lóg, sum avmarka møguleikar felagsins.
Havast má í huga, at:
1) SEV er kommunanna felagsskapur. Vit eru eigarar, hetta er okkara ábyrgd.
2) SEV veitir orku út í hvønn krók í Føroyum, og tað kostar lutfalsliga nógvan pening.
3) SEV er ein samhaldsføst skipan, har el-prísurin er hin sami kring alt landið.
4) SEV hevur gingið við til, at CO2 útlátið skal niður við 20% tey næstu 10 árini.
5) SEV lækkaði prísirnar fyri árum síðan.
Tí er tað somikið meira umráðandi, at broytingar og tillagingar verða framdar í breiðum semjum millum allar partar, heldur enn verða framdar á ein óskipaðan hátt.

Hvat vil landið?
Vit skulu minnast til, at SEV er eitt orkuverk, sum skal skapa orku út í hvønn krók í Føroyum. Vit eru eitt oyggjasamfelag, ið setur serlig krøv til fígging av hesum rakstri.
Tíðin krevur, at vit sum samfelag gerast minni bundin av oljuni, sum tey komandi árini kann gerast munandi dýrari enn í dag, og hetta setur krøv til útbyggingar av varandi el-orku. Hesar íløgur hava tað fyri eyga at nýta grøna orku, og tað kostar í fyrstu syftu, men uppá longri sikt fer tað at tryggja okkum varandi orku.
Her mugu vit spyrja, hvat vilja landsins myndugleikar, sum hava sagt, at í 2020 skal CO2 útlátið, vera minka við 20%, og 75% av el-veitingini koma frá varandi orkukeldum?
Hetta hevur SEV tikið til sín, men samstundis hava landsmyndugleikarnir higartil ikki víst vilja til at veita fígging til eitt nú alduorkuverkið, sum er ein spennandi verkætlan við varandi orku.
Tað er eitt samt løgting, ið hevur sett hesi høgu mál út í kortið, og tí eiga vit at kunna rokna við, at bæði Føroya Landsstýri og Føroya Løgting standa við sína ábyrgd fyri, hvussu vit skulu flyta okkum sum tjóð á hesum týðandi øki.
Tað tykist sum um, at har eru føgur orð, men hvat síggja vit í verki, til at landið vil raðfesta varandi orku? Ynskja tey flestu av okkum ikki, at vit byggja okkara orkukervi út við grundstøði í varandi orku?

SEV hevur sera
stóran týdning
Tað fyrsta stóra vatnorkuverkið í Føroyum varð bygt suðri í Vági í 1921, sama ár sum Tórshavn tók eitt motororkuverk í nýtslu. Tíggju ár seinni, í 1931, tók Klaksvíkar Kommuna vatnorkuverkið á Strond í brúk.
Tá í tíðini varð ikki hugsað um CO2-útlát, men áhugavert er í dag at staðfesta, at hóast hetta valdu fleiri kommunur longu tá at satsa upp á varandi el-orku.
Tá ið hesar størru kommunurnar komu upp í SEV, var galdandi lutvíst fyri Klakvík og ikki minni fyri Tórshavn, at hetta samstarvið var neyðugt, tí hesi øki vóru illa fyri innan elveiting.
Fyri kommunurnar hevði tað týdning fyri stabilitetin og tryggleikan at verða partur at einum størri elveitingarverki, og tí fóru tær upp í Elfelagið SEV, sum hevur havt stóran týdning fyri menningina av samfelag okkara.

Kommunurnar hefta
ikki longur fyri SEV
Søgan hjá SEV vísir, at hetta ikki er fyrstu ferð, at eigararnir eru ójavnir á máli, og vísir hetta ein dynamiskan eigaraskap.
Í nýggjari tíð er bygnaðurin fyri SEV broyttur til eina partafelagslíknandi skipan, sum eitt nú inniber, at kommunurnar ikki longur hefta fyri skuld felagsins. Broytingarnar vórðu framdar fyri at nútímansgera viðurskiftini og gera leiðsluformin meira dynamiskan.
Í seinastuni er sambandið millum kommunurnar og SEV eisini blivið tættari har eitt nú borgarstjórarnir møta á aðalfundi og atkvøða, og hetta er gott – eisini fólkaræðisliga sæð.
Tó er vert at viðmerkja, at nú kommunurnar sum eigarar av SEV við hesum somu bygnaðarbroytingunum ikki longur hefta fyri skyldurnar hjá felagnum, kann ein vandi vera, at nú kunnu tær úttala seg og seta krøv, uttan sjálvar at hefta fyri avleiðingunum.

So lágan prís
sum gjørligt
Eg síggi fram til víðari arbeiðið, har endamálið má vera bæði at arbeiða fyri varandi orku, men sanniliga eisini fyri so bíligum og effektivum rakstri sum tilber, soleiðis at framtíðar el-prísurin verður so lágur, sum yvirhøvur gjørligt og ráðiligt er.
Við góðum stuðli frá einum betur samansjóðaðum eigaraskara hevur SEV bestu fortreytir fyri at fara í holtur við arbeiðið at minka sínar rakstrarútreislur mest møguliga, samstundis sum ætlaðu útbyggingarnar verða eftirmettar og framdar við eini ferð, sum hóskar til fíggjarorku og –umstøður.
Eydnast okkum at taka hetta lógvatak, so ivist eg ikki í, at tað letur seg gera – á ein skipaðan hátt – at útvega føroyingum, bæði virkjum og borgarum, ein el-prís, sum liggur væl lægri enn tað, sum hevur verið frammi í almenna kjakinum nú um høgtíðina.
Eitt slíkt arbeiðið er als ikki lætt, tí givið er, at tøk mugu takast og semjur finnast, men verður tað neyðuga gjørt, kunnu allir partar í veruleikanum gerast vinnarar, við einari el-veiting, ið bæði er so grøn og so bílig, sum tað kann lata seg gera.

Klaksvík, 4. januar 2011