Feløgini vilja hava valdið aftur
Seinastu árini hevur Fótbóltssambandið spakuliga førkað seg longur og longur frá feløgunum, ið mest sum ikki kenna egna barnið longur. Tað er ein støða, sum feløgini nú vilja broyta
<InvalidTag content="" name="Title" />
<InvalidTag content="" name="Keywords" />
<InvalidTag content="text/html; charset=utf-8" http-equiv="Content-Type" />
<InvalidTag content="Word.Document" name="ProgId" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Generator" />
<InvalidTag content="Microsoft Word 2008" name="Originator" />
Í februar mánaði verður aðalfundur hildin í FSF, men longu undan hesum fara føroysku feløgini at hittast fyri at viðgera støðuna, sum er íkomin í felagsskapinum. Ikki bara við atliti til nýliga íkomna málið viðvíkjandi aðalskrivaranum, men viðvíkjandi innanhýsis dansistevinum hjá starvsnevndini. Og eisini við dansistevinum út til einstøku feløgini, sum jú eru eigararnir av Fótbóltssambandinum.
<o:p> </o:p>
Verið ávegis síðani valið<o:p></o:p>
Sjálvur sigur Høgni í Stórustovur í brævi til feløgini, at tað, sum nú hendir, er seinasti dropin, sum fær bikarið at flóta yvir. At álit hansara á aðalskrivaran er slitið, og hann sum partur av minniluta í nevndini ikki hevur ræði at útinna tað vald, sum hann av feløgunum er valdur at umsita.
Ein spurningur er, um Høgni í Stórustovu nakran tíð hevur havt ræði til hetta í starvsnevndini, har hann í stóran mun hevur verið í minniluta. Tí tað var neyvan akkurát týskvøldið, at starvsnevndin fór í tvíningar.
Orsøkin til hetta skal finnast longu tvey ár afturi, tá Høgni í Stórustovu valdi at taka av, tá tað varð heitt á hann um at stilla upp til forsetavalið í FSF, har táverandi forsetin, Óli Holm, stóð fyri vali.
Táverandi formaðurin í Kappingarnevndini hevði longu tá víst, at hann óttaðist ikki at standa við sítt – heldur ikki hóast aldurnar kundu vera stórar. Nakað sum millum annað kom til sjóndar í sonevnda Páll Mohr Joensen-málinum, sum tó endaði við, at málið fall út júst soleiðis, sum táverandi formaðurin í Kappingarnevndini hevði tvíhildið um.
Hetta málið vísti ein mann, sum ikki var bangin fyri at standa í storminum, og tað var eisini neyðugt, tá hann stillaði upp til forsetavalið.
Tí eitt er, at hann við hesum setti seg á ein post, sum er sera almennur í føroyska tíðindaheiminum. Annað var, at hann gjørdi hetta ímóti viljanum hjá flestu av hinum nevndarlimunum, og at hann tí frá fyrsta degi at rokna setti seg sjálvan í eina minnilutastøðu, sum ikki hevur gjørt uppgávuna sum forseti lættari.
<o:p> </o:p>
Endaður á síðusporið<o:p></o:p>
At siga, at talan síðani tá hevur verið um kroniska minnilutastøðu fyri forsetan, er helst at taka í so ov rívan til. Men tað hevur í øllum førum viðført, at tað í alt ov lítlan mun hevur eydnast at skapt konsesus um avgerðir, eins og internt stríð í nevndini og millum forseta og aðalskrivara hava fylt sín lutfalsliga stóra part av fjølmiðlaflatuni úr FSF-húsinum.
Samstundis hevur forsetin eisini í ávísan mun lagt seg út í stríð við umsitingina í FSF, har hann í fleiri førum er vorðin aktivur partur av málsviðgerðum. Ein meiriluti av nevndini – sami meiriluti, sum var ímóti kandidaturinum til forsetaembætið – hevur støðugt verið ímóti hesi uppíblandan, og tí tykjast fleiri av hesum málum kroyst forsetan út á eitt síðuspor, har hann – við egnum orðum – ikki fær virkað sum formaður og røkt ta uppgávu, sum hann av feløgunum er valdur at útinna.
Heilt ítøkiliga kann sigast um verandi støðuna, at hon hevur býtt FSF-nevndina í tvíningar, har Høgni í Stórustovu og Sveinur Tróndarson tykjast sita í minniluta móti Niklas á Líðarenda, Rúna Heinesen, Niclas Davidsen, Karl Vidtfeldt og Magnus á Stongum.
<o:p> </o:p>
Feløgini missa sambandið<o:p></o:p>
Samstundis sum interna stríðið hevur koyrt, hevur FSF sum felagsskapur flutt seg alt meira frá teimum feløgum, sum felagsskapurin er úrslit av.
Flytanin er kanska fyrst og fremst eitt úrslit av, at FSF í dag er so øgiliga nógv meira enn tann kappingarnevnd fyri fótbólt, sum talan upprunaliga var um, tá FSF í 1979 fór úr ÍSF og út í fótbóltsheimin at standa á egnum beinum.
Altjóðagerðin av fótbóltinum hevur millum annað havt við sær, at FSF í dag hevur eina sterka umsiting, har fleiri lønt fólk starvast í stásiliga bygninginum, sum varð reistur við Tórsvøll.
Men nevndarsamansetingin, avlønan av nevndarlimum og formanni hava als ikki staðið mát við styrktu fyrisitingina. Samstundis hava nýggju FIFA-reglurnar, sum FSF er tvingað at akta, flutt meira vald yvir til umsitingina, har aðalskrivarin í veruleikanum er at rokna sum stjórin fyri fyritøkuna.
Øktu krøvini til nevndarlimirnar hava í mongum førum eisini sett hesar í støður, har teir kanska hava havt lyndi at gloyma baklandið. Fyri ikki so nógvum árum síðani endurspeglaði nevndarsamansetingin í FSF eitt landafrøðiligt býti, har hvør nevndarlimur eisini svaraði fyri seg mótvegis baklandinum.
Tann funktiónin er munandi minni sjónlig í dag. Standard-livitíðin fyri nevndarlimir úti í einstøku feløgunum er munandi stytt, tí krøvini til hesi bara tykjast herast, og tí er sambandið og samskiftið út til feløgini ikki líka flótandi í dag, sum tað áður hevur verið.
<o:p> </o:p>
Vilja hava valdið aftur<o:p></o:p>
Og tað er júst sambandið út til feløgini og røturnar til fótbóltin, sum feløgini nú vilja hava aftur. Eisini so at tey eru vitandi um og hava ávirkan á tað, sum fyriferst innan veggirnar í Gundadali.
Longu undan brævinum, sum forsetin sendi út mikukvøldið, vóru partar av føroyska fótbóltsheiminum í ferð við at skapa sítt egna forum, har ein ætlan skuldi leggjast fyri, hvussu FSF skal skipast í framtíðini.
Ein partur av hesi ætlan inniheldur eina fakliga styrkta nevnd, har kriteriini, sum veljast skal eftir, í størri mun verða tey, sum eyðkenna nevndarval í vinnulívinum, heldur enn at ein fortíð í fótbóltsheiminum mestsum skal vera nøkur treyt, soleiðis sum hon er í dag.
Hartil verður tosað um, at FSF skal hava løntan forseta. Hetta fyri at tryggja, at tað ber til at toga fólk við neyðugu organisatorisku royndunum og førleikunum inn í toppin í FSF, umframt at forsetaskeiðið møguliga skal leingjast upp í fýra ár. Hetta tí sessurin helst kann vera ov ótryggur, um skeiðið bert er tvey ár.