Verkfall
? Nú eru suðuroyingar og sandoyingar tiknir til gísla í verkfallinum.
Hetta er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag eftir tað, sum er farið fram hesar seinastu dagarnar.
Ætlanin var at suðuroyingar og sandoyingar skuldu setast javnt við landið annars. Og tá ið løgreglan tók vegbyrgingarnar burtur, so at farmur hevði frítt at fara ´æa meginlandinum, gjørdu feløgini í verkfalli av, at undantaksloyvi eisini skuldi gevast til at flyta varu til Sandoyar og Suðuroyar.
Men talan var bara um at geva tí einu heilsøluni, Poul Hansen, loyvi at flyta vørur suður. Feløgini í verkfalli siga, at hetta er fyri at hava tamarhald á, hvørjar vørur blivu fluttar, so at vørur til ídnaðarlig endamál ikki eisini fór at vera fluttur.
? Poul Hansen hevur deild í Suðuroy, so tað er sjálvsagt, at tað verða teir, sum býta vørurnar út til handlarnar, sigur Ingevborg Vinther
Men nú talaði Føroya Arbeiðsgevarafelag at. Tað vildi ikki góðtaka, at tað bara var ein ávís heilsøla, sum slapp at flyta vørur suður. Tað er avlagandi, sigur arbeiðsgevarafelagið.
?Antin verður fríur vøruflutningur fyri øll, ella skal ongin flutningur vera yvirhøvur, gjørdu arbeiðsgevarafelagið greitt. Teirra uppskot var, at fríur vøruflutningur skuldi t.d. onkran ávísan dag.
Skemt
?Hetta má vera skemt.
Tað siga arbeiðarafeløgini í verkfalli í eini viðmerking til málið.
Tey gera púra greitt, at tað verða ikki arbeiðsgevararnir, sum sleppa at gera av, hvørji undantaksloyvi verða givin í verkfallinum, ella, hvussu verkfallið annars verður fyriskipað.
Sostatt er ongin vara enn sloppin til Suðuroyar ella til Sandoynna. Flutningurin, sum skuldi vera sunnukvøldið, varð steðgaður og støðan er við at verða álvarslig á nógvum økjum og heilt nógvar neyðsynjarvørur eru uppi í Sandoynni og í Suðuroynni.
-Hetta tiltakið taka vit sum eina roynd hjá arbeiðsgevarunum at stýra tiltøkunum og at øsa fólk.
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag meta nú, at Arbeiðsgevararnir - Føroya Arbeiðsgevarafelag - hevur tikið Suðuroynna sum gísla.
Arbeiðarafeløgini meta støðuna soleiðis, at fyrst vórðu tey trýst í verkfall, men at nú vilja arbeiðsgevararnir nú sleppa at stýra tiltøkunum. Í farnu viku fingu arbeiðsgevararnir hjálp frá løgregluni at fullføra henda setning.
? At arbeiðsgevararnir nú nokta vøru at koma í ávísar partar av landinum er óivað liður í at øsa fólk og at venda tey ímóti arbeiðarafeløgunum í verkfalli halda Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag.
MYNDATEKSTUR
? At arbeiðsgevararnir nú nokta ávísum pørtum í landinum at fáa varu, er óivað liður í at øsa fólk og at venda tey ímóti arbeiðarafeløgunum í verkfalli halda Føroya Arbeiðarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag. Eftir at Løgreglan tók vegbyrgingarnar burtur í farnu viku, eru allar handilshyllar norðanfjørðs á tremur, men sunnanfyri er lítið og onki eftir