Tað er sagt fleiri ferðir, at einki kriminelt er í tí at fara á húsagang. Men hættirnir at fara á húsagang uppá eru fleiri.
Sum vit hava víst við búroknskapinum hjá SP/F Sisero, so stóð so illa til har, at felagið steðgaði – men tó áðrenn allir pengarnir vóru uppi. Tá búgvið varð uppgjørt, fingu kravánararnir 5,37 prosent av tí, teir áttu til góðar.
Felagið varð tí avtikið, og ein búroknskapur framlagdur og góðkendur í rættinum.
Tá kravánararnir fingu hesi góðu fimm prosentini av tí, tey høvdu til góðar, so varð málið avgreitt, og ongar skyldur lógu á felag ella partaeigarum.
Men tað kann ganga nógv verri enn so. Og tað er tað, sum er hent í hinum feløgunum, sum løgmaður hevur varðað av. Har hevur skilið verið so út av lagi vánaligt, at ikki ein króna hevur verið til vanligar kreditorar. Pengar hava ikki verið til at gera búgvið upp, sum tí bara er strikað – uttan at nakar myndugleiki veit, hvussu stór skuldin í veruleikanum var. Og tað kann eisini gera rættinum tað sama, tá eingin er at gjalda skuldina. Teir einastu, ið kenna veruligu skuldina, eru ábyrgarpersónarnir í feløgunum, sum eiga at vita, hvørjar rokningar liggja ógoldnar.
Men onkur tapir, tá so er. Ein stórur tapari í hesum føri var bankin, sum landsstýrið eigur triðingin av, sum misti 13 milliónir krónur.
Sum Sosialurin skilir tað, so er tað ikki er óvanligt, at feløg verða gjørd upp sambært grein 143 í konkurslógini – men tað er ikki vanligt fyri feløg við so stórum virksemi, sum feløgini hjá Kaj Leo Johannesen. Tað hendir bara í feløgum, har púra einki skil er á.
Fíggingarstovnar hava neyvan gott eyga á ábyrgdarpersónum í feløgum, sum verða rikin so ivasamt, sum P/F KRK-Holding og tess dóttirfeløg, og tí kann verða trupult hjá teimum aftur at reka vinnulív í Føroyum.