Feløgini stuðla ikki FSF um Tórsvøll

Greiður meiriluti av fótbóltsfeløgunum og fleiri FSF nevndarlimir søgdu bums nei, tá ið Óli Holm fríggjakvøldið vildi hava undirtøku fyri at FSF skal byggja nýtt hús við Tórsvøll og samstundis ber kostnaðin av at leggja tak yvir ein part av áskoðaraplássunum

Tórsvøllur

Tummilin vendi niður. Øðrvísi kundi tað ikki tulkast, tá ið FSF formaðurin, Óli Holm, á fundinum, sum FSF fríggjakvøldið hevði við formenninar í fótbóltsfeløgunum royndi at fáa undirtøku fyri, at FSF skal byggja og betala nýtt hús við Tórsvøll.
Óli Holm, formaður í FSF, legði upp til, at feløgini skuldu geva grønt ljós fyri, at húsið skuldi byggjast yvirav húsinum, sum FSF longu eigur við Tórsvøll, og at tað í sambandi við nýggja bygningin skuldi gerast tak yvir ein part av áskoðaraplássunum.
Tá ið tað varð spurt, um Fótbóltssambandið longu hevði tørv á at byggja størri hús enn tað, sum sambandið fyri fáum árum síðani bygdi, var svarið ikki eintýðugt ja. Umsitingin segði seg væl kunna liva við plássinum, sum hon nú hevur. Stóri fyrimunurin við nýggja bygninginum, sum FSF skal eiga og fáa fígging til við stuðli frá FIFA, skal vera, at tak verður lagt yvir ein part av áskoðaraplássunum.
Tað kemur ikki upp á tal, at FSF leggur meiri pengar í Tórsvøll. Skal tað kortini koma upp á tal, so skulu ognarviðurskiftini broytast soleiðis, at FSF skal yvirtaka Tórsvøll.
Hetta vóru greiðu boðini frá feløgunum til FSF formannin. Orðaskiftið bendi eisini á, at FSF formaðurin ikki hevur fulla undirtøku fyri sínari ætlan í FSF nevndini.

Hvar koyrir tokið
- Tokið kann vera koyrt, um vit ikki taka hesa avgerðina nú, staðfesti formaðurin, men heldur ikki hetta broytti á nakran hátt um støðuna hjá feløgunum..
- Hvat er Tórsvøllur uttan FSF og landsliðini, varð spurt. Svarið gav seg sjálvt, og aftur og aftur varð hetta tikið uppaftur.
Talan var um kunnandi fund, har fleiri onnur mál eisini vóru á skránni. Spurningurin um nýtt FSF hús var fyrsta málið, sum var á skránni. Á slíkum fundi verður ikki atkvøtt og eingin formlig niðurstøða varð gjørd. Men umboðini fyri feløgini og meirilutin av nevndarlimunum í Fótbóltssambandinum góvu greitt til kennar, hvat tey halda um ætlanina, sum FSF formaðurin hevur um at byggja nýtt við Tórsvøll:
- Um FSF skal byggja, so skal FSF eisini eiga vøllin. Tórsvøllur er sjálveigandi grunnur. Vit ganga ongantíð við til, at FSF skal byggja og betra umstøðurnar hjá áskoðarunum rundanum Tórsvøll, uttan at FSF fær ræðið á vøllinum. Um FSF skal byggja, so skal FSF eisini keypa sjálvan vøllin. Um hetta ikki ber til, og um tað er so neyðugt, at FSF skal hava ein uppaftur størri bygning enn tann, sum felagsskapurin bygdi fyri fáum árum síðani, so kann bygningurin, sum vit longu eiga, seljast til grunnin og býráðið, og so kann nýggjur bygningur byggjast onkra aðra staðni enn í Gundadali. Tað ber eisini væl til at byggja aðra staðni enn í Havnini. Um Tórsvøllur og býráðið, sum eigur vøllin, vilja leggja tak yvir áskoðaraplássini, so kunnu tey gera og betala tað sjálvi, var greiði boðskapurin til FSF formannin.

Onga ávirkan
Ein trupulleiki í hesum tykist vera, at feløgini halda FSF hevur ov lítla ávirkan á Tórsvøll, hóast teir eiga ein nevndarlim her. Nakað sum Óli Holm eisini vísti á.
- Vit hava onga ávirkan á Tórsvøll. Einasti máti at fáa ávirkan er, at vit yvirtaka alt økið, sum tað er, var svarið frá einum stórum meiriluta av formonnunum.
Sum skilst, so var uppleggið, sum FSF formaðurin legði fyri fundin fríggjakvøldið, ikki í tráð við tað, sum nevndin í Fótbóltssambandinum hevði samtykt at fara til feløgini við. Nevndin í FSF var samd um, at spyrja feløgini um loyvi at byggja nýggjan bygning treytað av, at FSF samstundis yvirtók Tórsvøll.