Feløgini samdust um at leingja sáttmálan til 1. januar

Tað verður einki verkfall í fiskiskipaflotanum á hesum sinni. Feløgini, sum hava samráðst um nýggjan sáttmála síðan fyrst í hesum árinum, samdust mánadagin um at leingja verandi sáttmála við smáum broytingum

Sáttmáli

Seinnapartin mánadagin komu Skipara-og Navigatørfelagið og umboð fyri teir seks skipabólkarnar ásamt um at leingja verandi sáttmála til 1. januar komandi ár.
Hetta hendi, eftir at feløgini høvdu sitið á samráðingarfundi við semingsmenninar á Hotel Føroyum.
- Vit eru samdir um, at verandi sáttmáli skal halda fram, og tí verður einki verkfall, sigur Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag.
Semingsmenninir løgdu eitt semingsuppskot fyri partarnar fríggjakvøldið, og feløgini fingu freist til klokkan 15 seinnapartin mánadagin at taka støðu til uppskotið. Hvørgin parturin tekur treytaleyst undir við seinasta semingsuppskotinum, og tí varð roynt at finna eina semju, báðir partar kunnu góðtaka.
Hetta eydnaðist so umsíðir, og nú er verandi sáttmáli við smávegis broytingum longdur fram til 1. januar 2006.

Drúgvar samráðingar

Fiskiskipabólkarnir, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag, eru átta í tali.
Tveir teirra, Felagið Línuskip og Felagið Ídnaðarskip, sum bert eru nøkur heilt fá skip, gjørdu herfyri sáttmála við Føroya Skipara-og Navigatørfelag.
Teir skipabólkar, sum sótu við samráðingarborðið við Føroya Skipara-og Navigatørfelag mánadagin, eru verksmiðjutrolarar, partrolarar, lemmatrolarar, rækjuskip, kraftblokkaskip og garnaskip.
Upprunaligi sáttmálin millum Føroya Reiðarafelag og Føroya Skipara-og Navigatørfelag fór úr gildi 1. desember 2004, men hevur verið longdur síðan.