Feløgini orka ikki meira

Føroyskur fóbóltur er á einum vegamóti, sigur Birgir Enghamar, nú hann stillar upp til formansvalið í FSF. Hann heldur, at verður ikki nakað munagott gjørt fyri at ganga feløgunum á møti, megna fleiri av hesum ikki at hóra undan í longdini

FSF-val

Higartil hevur hann ikki vilja sagt tað stóra um sínar ætlanir, um Birgir Enghamar verður nýggjur fótbóltsbossur í Føroyum.
- Eg havi havt ymsar viðmerkingar og fyrispurningar á teimum fundum, sum vit hava havt við feløgini. Og eg havi eisini prátað við nógvar av teimum formonnum, sum sita í ymsu feløgunum kring landið. Tí vita hesi, hvørji ting eg ætli mær at gjøgnumføra, sigur Birgir, sum ikki er sinnaður at reka nakað valstríð í fjølmiðlunum.

Vil lætta um byrðuna
Tað stendur tó fast, at ein av aðalsetningunum hjá manninum, sum fyri stuttum var formaður í HB, er at lætta um tað stóru arbeiðsbyrðuna, sum liggur á nógvum feløgum kring landið.
- Mínar royndir í fimm ár sum HB-formaður vísa, at føroyskur fótbóltur er um at koma á eitt vegamót. Tað gerst alt meira trupult at fáa fólk at taka við ábyrgd í ymsu feløgunum. Feløgini hava fingið eitt hav av formligum krøvum oman yvir seg, og tí er arbeiðsbyrðan í nógvar mátar vorðin alt ov stór. Tað er væl eisini ein orsøk til, at so nógvir formenn kring landið hava kastað frá sær seinastu heilt fáu árini, sigur Birgir.
- Sjálvandi veit eg, at tað er UEFA, sum setir hesi krøv. Og verða treytirnar ikki loknar, vil tað sjálvandi hava avleiðingar fyri øll feløg.
- Men eg haldi, at hetta er ein støða, sum føroyskur fótbóltur má arbeiða saman um fyri at loysa. Og tí havi eg eisini sagt, at FSF má hyggja alvorliga eftir, um tað á nakran hátt ber til at lætta um hjá feløgunum. Møguliga við at lata eina upphædd, sum skal vera oyramerkt til fyrisitingarliga arbeiðið hjá feløgunum.

Býtislutfallið á inntøkunum
Hesir tankar um fíggjarligan stuðul, eru eisini nakað, sum Birgir hevur hug at teingja at fíggjarstøðuni hjá FSF.
- Eg skal ikki siga, at FSF hevur ov nógvar pengar at arbeiða við. Men eg haldi heilt avgjørt, at somu pengar í nøkrum førum kundu verið nýttir skilabetri. Eitt nú haldi eg tað vera púrasta burturvið, at ferðalagið til Fraklands og Týskland skal telja alla nevndina umframt nakrar persónar, sum tú soleiðis vilt geva eitt heraklapp. Tað er alla æru vert, at persónar, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði, onkursvegna fáa rós fyri hetta. Men at luta dýrar ferðir burtur á hendan hátt haldi eg ikki vera rætti mátin.
Tað hevur eisini ljóðað, at tú hevur sett spurnartekin við tað skilagóða í at nýta so stóra fíggjarorku til yngru landsliðini. Er hetta eisini nakað, sum tú ætlar at hyggja nærri at, um tú verður valdur leygardagin?
- Lat meg fyrst og fremst siga, at eg eri ikki eitt sekund í iva um, at ítróttarliga er tað einasta rætta hjá Føroyum, at aktiviteturin við yngru landsliðunum er so stórur, sum tað á nakran hátt ber til.
- Hinvegin havi eg sett nøkur spurnartekin, nú tosað verður um at arbeiða við einum U-21 landsliði. Ítróttarliga er eingin ivi um, at hetta er rætta leiðin at ganga. Men eitt slíkt arbeiði skal eisini betalast. Og tann kostnaðurin verður ikki minni, nú U-21 lið og A-landslið ikki eru partur av sama lutakasti. Tað er hesum viðvíkjandi, at eg havi sett míni spurnartekin. Snøgt sagt haldi eg, at peningurin til hetta møguliga kundi verið betri nýttur aðrastaðni innan føroyskan fótbólt. Eitt nú við fyrisitingarligum stuðuli til feløgini. Sjálvandi er landsliðsarbeiðið flaggskipið hjá FSF, og eitt vælvirkandi landsliðsarbeiði má eisini vera ein av aðaltættunum í felagsskapinum. Men enn meira týdningarmikið er, at feløgini kring landið virkað á rættan hátt. Klára hesi ikki at fylgja við, so er lítil meining í restini av arbeiðinum.

Umsitingin má spæla við
At enda staðfestir Birgir Enghamar, at eftir hansara tykki eigur umsitingin í Fótbóltssambandinum í nógv størri mun at vera ein viðspælari hjá feløgunum, heldur enn ein mótspælari.
- Mín meining um hetta er í øllum førum, at umsitingin er til fyri feløgini. Tað má og skal vera ein greiður hugburður um, at umsitingin skal arbeiða fyri feløgini. Tað má ikki verða so, at umsitingarliga valdið á føroyskan fótbólt verður ov stórt, og tað haldi eg, at tað hevur hug at vera til tíðir. Tvørtur ímóti, so mugu tað vera orð sum gjøgnumskygni og opinleiki, sum eyðkenna hetta arbeiðið, staðfestir kanska komandi formaðurin at enda.