Feløgini mugu velja kósina

Tað verður arbeitt hart av øllum frontum, nú bara ein dagur er eftir til formansvalið í FSF. Eitt val, sum skal stinga út í kortið, hvør leisturin hjá føroyskum fótbólti skal vera í framtíðini

FSF-val

Fyri knøppum tveimum vikum síðani kundu vit her á blaðnum staðfesta, at talan aftur í ár verður um stríðsval, nú fyrrverandi HB-formaðurin, Birgir Enghamar, hevur gjørt av at royna seg í valdysti við sitandi formann.
Í strembanini eftir hesum hevur Birgir Enghamar fingið undirskriftir frá 15 feløgum, sum stuðla hansara uppstilling. At stuðla uppstillingini merkir tó ikki tað sama, sum at atkvøðan eisini fer tann vegin, tá sjálvt valið stendur fyri leygardagin. Nakað sum eitt nú Christian Andreasen mátti ásanna, tá hann fyri tveimum árum síðani stillaði upp í tvídysti við Óla Holm. Ta ferðina mundi Christian halda seg vera púrasta vísan í sessinum, men tá atkvøðugreiðslan stóð á skránni, gjørdist tað kortini Óli Holm, sum vann ein greiðan sigur.
Hvørt tilsøgnin, sum Birgir Enghamar hesaferð hevur fingið frá feløgunum, er meira bindandi enn hon, sum Christian fekk á sinni, fer at standa sína roynd leygardagin. Men eins og fyri tveimum árum síðani, so hevur Óli Holm staðfest, at hann ikki ætlar at taka seg úr sessinum uttan víðari.

Orka feløgini meira
Eitt er, at frá fleiri síðum verða spurningar um um Tórsvøll, Fótbóltshøll, aðalskrivara og annað knýtt at valinum. Elementir, sum kanska mest av øllum verða nýtt sum agn yvir fyri nøkrum av feløgunum.
Annað er, at valið hesaferð stendur ímillum, hvørt tað skal verða FSF sum í lokomotiv-leiklutinum skal draga føroyskan fótbólt frameftir. Ella um tað skulu vera feløgini, sum stýra kósini í FSF. Ein spurningur, sum kann tykjast irrelevantur, tá FSF í veruleikanum er átt av feløgunum. Men samstundis ein spurningur, sum er sera essentiellur.
Undir verandi formanni hevur FSF tikið stór stig, soleiðis at føroyskur fótbóltur kann røkka teimum krøvum, sum verða ásett av UEFA og FIFA. Eitt arbeiði, sum enn ikki er liðugt, men sum longu nú hevur lagt hampuliga stórar byrður á feløgini kring landið.
Fyrrverandi HB-formaðurin, sum nú bjóðar seg til, hevur boðað greitt frá, at feløgini skjótt ikki megna at standa ímóti trýstinum. Við tilvísing til títtu formansskiftini, sum eru kring landið, ljóða boðini, at FSF so ella so noyðist at hjálpa feløgunum. Antin við beinleiðis umsitingarligari hjálp, ella við fíggjarstyrki, sum feløgini kunnu nýta at styrkja um umsitingina.
Fíggjarstyrk hava feløgini tó fingið, staðfestir verandi formaður, sum vísir á, at upphæddirnar frá FSF beinleiðis til feløgini nú eru omanfyri milliónina um árið. Ein upphædd, sum avbjóðarin sigur einans er íkomin eftir at feløgini fleiri ferðir hava gjørt vart við hendan spurningin.
Nakað annað er so, hvar peningurin skal koma frá. Sum tað framgongur aðrastaðni á síðuni, so er við verandi fíggjargrundarlagi neyvan ráð at hava jólamenn í FSF. Nakað sum Birgir Enghamar tó heldur ikki sigur seg vilja vera. Men hann hevur áður víst á, at tað er neyðugt hjá FSF at venda hvørjum steini í leitanini eftir øktum midlum.

Landafrøðin
Sum skilst, so hevur kimanin kring landið verið øgilig seinastu vikuna. Bólkar, sum onkursvegna standa handan báðar kandidatarnar, royna hvør í sínum lagi at gera sína ávirkan galdandi. Ikki minst í Vág- og Eysturoynni, sum avgjørt mugu metast sum lyklaøkini, um valstríðið skal vinnast.
Alt annað líka, so er tað helst so, at teir báðir, Birgir og Óli, »eiga« nakrar fastar atkvøður á nøkrum landafrøðiligum økjum. Soleiðis man tað í Suðuroynni bert vera TB, sum ikki við vissu kann roknast upp í posan hjá Óla, meðan Birgir longu helst nú hevur vissað sær stóran part - og kanska allar - av atkvøðunum í miðstaðarøkinum. Altso atkvøðurnar hjá HB, B36, Fram, og AB - og møguliga eisini NÍF.
Av øðrum atkvøðum, sum nærum við vissu eru plaseraðar, ljóðar, at B71, B68 og KÍ hava ógvuliga lítlan hug at koppa verandi formanninum, eins og FSF-nevndin má roknast at seta sína atkvøðu á formannin.
Tí verða Vágoy, Norðurstreymoy og - serstakliga - Eystuoyggin áhugaverd. Eysturoyggin, tí hon telur somikið nógv feløg, at hesi í sjálvum sær kunnu verða avgerandi fyri formanssessin.
Samstundis kann tað telja nógv, at nevndarvalið við vissu inniheldur ein persón við tilknýti til høvuðsstaðin. Her kemur Høgni í Stórustovu inn fyri Bjarka Mohr uttan atkvøðugreiðslu, og tað kann skapa eina ójavnvág í landafrøðiliga býtinum. Kemur Birgir tá inn fyri Óla á formanspostinum hevur Suðuroyggin einki umboð á føroyska fótbóltspolitiska kortinum, og tað kann fáa okkurt felag at hugsa seg um meira enn eina ferð áðrenn atkvøðugreiðsluna.

Tættur dystur
Samanlagt, so eru nógvir lutir, sum benda á, at talan verður um ein sera tættan valdyst hesaferð. Og samstundis um ein valdyst, har øll vápn verða tikin í nýtslu. Lokal áhugamál av ymsum slag kunnu nýtast at egna við, eins og persónligar vendetta'ir ivaleyst eisini verða tað.
Kimanin heldur neyvan uppat, fyrr enn klokkan fer at nærkast 10 leygarmorgunin, og so er spurningurin, hvat uppteljingin av seðlunum fer at vísa.