Feløgini hava sjálvi longt kappingina

Formaðurin í hondbóltssambandinum, Eivind Jacobsen, sigur, at tað var ein aðalfundarsamtykt at broyta kvinnukappingina úr sjey upp í átta lið. Formaðurin hevur eisini at feløgunum fyri at hugsa ov stutt.

Formaðurin í Hondbóltssambandinum hevur ikki sæð samrøðuna við Geir Wardum, kyndlavenjara, sum var í Sosialinum í gjár, men hann dylur ikki fyri, at hann er ósamdur við honum.

Ynski frá feløgunum
Eivind Jacobsen sigur, at tað var eitt ynski frá feløgunum, at kappingin bleiv broytt úr sjey upp í átta lið.
- Tjaldur hevði eitt uppskot á aðalfundinum um, at kvinnukappingin bleiv skerd við einum liði, soleiðis at tað einans vóru seks lið í kvinnukappingini í ár, men Tjaldur tók hetta uppskot aftur, tá ið onkur annar skeyt upp, at kappingin bleiv broytt til at hava átta lið, sigur Eivind Jacobsen.
- Vit hildu eisini, at hetta var skilagott, um so var, at Tjaldur hevði eitt hampuligt lið. Tað hevur týdning fyri HSF at røkka so víða sum gjørligt, og Tjaldur er jú heimahoyrandi í einum fólkaríkum øki, sigur HSF-formaðurin.

Lurta ikki eftir
Formaðurin í Hondbóltssambandinum sigur, at tað bleiv sagt klárt og týðuligt á aðalfundinum, at skotið var upp at víðka um kvinnukappingina.
- Tað var sagt hart og týðuligt, men trupulleikin er tann, at fleiri av feløgunum eru ikki meiri enn hálv og lurta ikki eftir, tá ið tey eru á fundi. Tá ið tey so finna út av, hvat tað er, sum tey hava verið við til at samtykja, gera tey eitt ramaskríggj. Tey vita snøgt sagt ikki, hvat er farið fram á fundinum, sum tey sjálvi hava verið við til, sigur Eivind Jacobsen.
Hann sigur, at HSF hevði eitt annað uppskot, har kappingin ikki var so drúgv, sum hon nú einaferð er.
- Vit høvdu eitt annað uppskot um eina styttri kapping, men feløgini vildu hava hesa drúgvu kappingina, sigur hann.

Feløgini illa skipaði
Sjálvur heldur formaðurin í Hondbóltssambandinum, at ein av trupulleikunum við mongu misskiljingunum millum HSF og feløgini er tann, at tey flestu feløgini eru ikki nóg væl skipað.
- Hondbóltsfeløgini í Føroyum eru ikki nóg væl skipaði, og tað vísir seg alt ov ofta, at tey ikki møta á fundi. Vit høvdu nýligani ein fund við feløgini, og har vóru tað fleiri feløg, ið als ikki møttu, sigur hann.
- Øll burdu havt roknað út, at kvinnukappingin fór at verða, sum hon er. Eg nevndi tað fyri feløgunum, men tá søgdu tey, at tað gjørdi einki. Tað gjørdi heldur einki, at kvinnukappingin gjørdist longri enn kappingin hjá monnunum, søgdu feløgini sambært Eivind Jacobsen.
Formaðurin í Hondbóltssambandinum sigur, at ein annar trupulleiki er tann, at feløgini als ikki hugsa um framtíðina hjá føroyskum hondbólti.
- Nógv tann størsti parturin av føroysku hondbóltsfeløgunum hugsar als ikki um framtíðina hjá hondbóltinum. Tey hugsa bara um tað, sum hendir her og nú. Tað er so sum so við at hugsa upp á sikt, hóast øll óivað vilja tað besta fyri hondbóltin, sigur Eivind Jacobsen, formaður í Hondbóltssambandinum.

Hallartrupulleikin
Somuleiðis sigur Eivind Jacobsen, at eitt annað, ið ger kappingina so mikið drúgva, er tann afturvendandi trupulleikin við hallunum.
- Tað er ómetaliga trupult hjá okkum at sleppa framat í nógvum av hallunum, og serliga í Havnini er trupulleikin stórur, sjálvt um har eru fleiri hallir. Leggja vit so dystir mitt í viku, so ger feløgini vart við seg, tí tey eru ikki blíð um at missa venjingarkvøld, greiðir Eivind Jacobsen frá.
Formaðurin viðgongur tó, at feløgini skulu verða vælkomin til at endurskoða kvinnukappingina saman við Hondbóltssambandinum, og møguligani kann eitt broytingaruppskot verða lagt fyri aðalfundin, sum helst verður einaferð tíðliga í mai