Fótbóltsfundur
Flestu av feløgunum høvdu sent umboð til fundin, men tað má tó metast sum stórt spell, at ikki øll feløgini eru umboðað á slíkum fundi, sum á ein hátt er ein lítil upphiting til aðalfundin, soleiðis at málini, sum væntandi verða fyri á hesum, kunnu fáa eitt slag av óformaligari viðgerð, áðrenn nakað víðari verður gjørt.
Einki formansprát
Tá tosið fellur inn á komandi aðalfundin, er ein av spurningunum sjálvsagt, hvør skal loysa Torleif Sigurðsson av í formansstólinum, men hetta var als ikki eitt samrøðuevni leygardagin.
Fyrst og fremst varð fundurin nýttur sum ein eftirmeting av kappingarárinum, og her vóru tað serliga tvær hendingar, sum fingu stóra rásarúmd, og báðar snúðu tær seg um sama dyst. Nevnliga tann í Havn millum HB og NSÍ.
Her var nevnliga rok bæði áðrenn, undir og eftir dystin.Áðrenn dystin var tað seinkaða heimferðin hjá HB, sum fekk ilt í runavíkingarnar, tí teir høvdu ongan hug at flyta dystin. Í HB var misnøgdin eisini stór, tí FSF hevði sett felagið at rinda runavíkingunum 10.000kr., og tað høvdu havnarmenninir so ongan hug at rinda, og teir vístu eisini sína misnøgd um hetta á fundinum.
Fleiri dómaraspurningar
Undir sjálvum dystinum var annars eitt reytt kort givið, sum skuldi vísa seg at fáa drúgva umrøðu í vikunum sum komu. Sonevnda Jóhannis-Joensen málið tykist veruliga hava fingið øði í dómarafelagið, og á fundinum varð spurningurin reistur um, hví tað var neyðugt hjá dómarum at senda inn frágreiðingar, um støða ikki varð tikin til hesar kortini.
Einki svar fekst um hetta leygardagin, men uttan iva verður hetta nakað, sum verður á skránni, tá dómarafelagið komandi vikuskiftið fer at hava sín árliga fund.
Dómaranevndin hjá FSF umrøddi í hesum sambandi at broyta kappingarreglurnar, tá talan er um revsing fyri reyð kort. Í Føroyum er tað so, at eingin avgerð verður tikin, fyrr enn allar frágreiðingar í málinum eru innkomnar, men í londunum kring okkum, verður hesin arbeiðsháttur ikki nýttur. Har verður støða tikin alt fyri eitt út frá dómarafrágreiðingini, og um partarnir eru ónøgdir um úrskurðin, kann hesin kærast. Hetta vildi ivaleyst verið ein gongd leið, tí tað man vera rættiliga sjáldan, at frágreiðingarnar frá ymsu pørtunum veruliga gera nakran mun í slíkum málum.
Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at FSF framvegis arbeiðir við spurninginum, um hvørt sonevndar disciplinær-reglur skulu setast í gildi í Føroyum. Spurningurin varð umrøddur á seinasta aðalfundi, og tá varð ætlanin, at eitt uppskot skuldi fyriliggja til komandi aðalfund. Enn er ikki komið somikið langt í hesum, at eitt uppskot kundi umrøðast á fundinum við feløgini, men roknað verður framvegis við, at eitt uppskot verður lagt fyri aðalfundin í februar.
Skotbrá til tey smáu
Eftir at kappingarárið hjá teimum vaksnu hevði fingið sína viðgerð, varð tosað nakað um yngru deildirnar.
Sum so tykist stór semja vera millum feløgini um, at leisturin sum yngru kappingarnar verða lagdar eftir, er hin rætti, men tað tykist tó sannlíkt, at onkrar broytingar verða í steypakappingunum til komandi ár. Hetta tí kappingarnar í ár byrjaðu nógv fyrr enn vanligt, og spurningurin tykist vera, hvussu skilagott hetta er, tá talan er um tey yngru liðini.
At enda kunnaði FSF feløgini um arbeiðið við nýggju UEFA-reglunum. Hetta eru reglurnar fyri, hvørjar treytir feløgini skulu lúka, um tey eisini framyvir skulu taka lut í europeisku kappingunum. Nakað av iva hevur tikið seg upp um, hvørji krøv skulu galda fyri minnu londini, tí fleiri petti í hesum reglum er skrivað til europeisk stórfeløg, og hesum treytum hava føroysku liðini ongan møguleika at møta.
Arbeitt verður í løtuni við at greiða UEFA frá, hvørji krøv kunnu setast feløgum hjá smærri tjóðum, og fyri fyrst hevur UEFA gjørt av, at ígildissetanin av reglunum verður útsett í eitt ár.
Annars skilst á lagnum, at talan var um ein ógvuliga siðiligan fund, sum fyrst og fremst var kunnandi, soleiðis sum hesin eisini eigur at vera.