Hesar eru greinarnar, sum vóru mest lisnar á in.fo í gjár, sunnudagin. Trýst á yvirskriftirnar, fyri at lesa greinarnar í fullari longd.
Malmros: Jørgen-Frantze hevði elskað Anniku
– Eg vil vedda uppá, at Jørgen-Frantz hevði elskað Anneke von der Lippe og skeivu nøs hennara, hóast hon ikki er ljóshærd Soleiðis skrivaði Nils Malmros í dialogi í Sosialinum 25. november í 2000 í sambandi við, at Jørgen-Frantz Jacobsen hevði fylt 100 ár. Hósdagin vóru 20 ár síðani, at filmurin varð frumsýndur, og í tí sambandi var filmurin vístur í Havnar Bio, har fleiri sjónleikarar og fólk, sum høvdu við filmin at gera, vóru komin til Føroya til hátíðarhaldið. Les orðini hjá Niels Malmros við at trýst á leinkjuna omanfyri.
Rigmor: Okkara reina vatn skal ikki seljast
Ein av teimum, sum hevur gjørt viðmerkingar til Stjórnarskipan Føroya, er landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam. Hon skrivar í viðmerkingini, at tað átti at verið umhugsa, at stjórnarskipanin ásetir, at borgarar landsins skulu altíð hava atgongd til, ella rætt til, reint drekkivatn.
Nýggjur skottilburður í Keypmannahavn
Løgreglan í Keypmannahavn fekk í náttina til sunnudagi eina fráboðan um ein skottilburð í býarpartinum Ballerup, og verður tað mett at hava tilknýtið til bandakríggið, ið hevur herjað danska høvuðsstaðin seinastu mánaðirnar.
Menstratión: Enn eitt stórt tabu
Fleiri enn 800 milliónir kvinnur bløða hvønn tann einasta dag, tí tær hava menstruatión. Tí tykist tað onki annað enn absurd, at tað enn av summum verður roknað tabu at tosa um menstruatióninina. Sjálvt orðið tabu er sprottið úr polinesiska orðinum tapua, ið fleiri keldur siga kann merkja bæði “heilagur” og “menstruatión”.
O.J. Simpson sloppin úr fongsli eftir 9 ár av 33
Fyrrverandi fótbóltsstjørnan, O. J. Simpson er í dag royndarleyslatin úr einum fongsli í amerikanska statinum Nevada. Tað upplýsir AP tíðindastovan. Hann hevur sitið fongslaður í sløk níggju ár fyri vápnaða ránsroynd á einum hotelli í Las Vegas. Ein nevnd avgjørdi í juli, at Simpson, sum nú er 70 ár, kundi royndarleyslatast, tá hann ikki er til so stóran vanda fyri almennignin. Tey løgdu harafturat dent á, at Simpson hevði fylgt reglunum í fongslinum og ikki fyrr verið dømdur.
HB er nummar fimm. Tað er framvegis møguleiki fyri at røkka fjórða plássinum, men eftir málleysa javnleikin í Klaksvík er tað neyvan møguleiki at røkka í europeisku kappingina, tí tað eftir øllum at døma eru bara steypavinnararnir í NSÍ, sum HB hevur møguleika at fáa fatur á.
Er rørdur um stórsigurin á KÍ kvinnunum
Helst er talan um størsta ósigurin hjá KÍ-kvinnunum á heimavølli í hesari øldini. Milja Reinert Simonsen skoraði hattrick, og fjórða málið var sjálvmál. Allan Dybzak sigur seg verða rørdan um eitt ótrúligt liðavrik hjá sínum kvinnum. Hann slær fast, at tað sum ger sigurin enn meiri ótrúligan er, at allir spælararnir hjá HB í dag vóru 20 ár og yngri.
Tað er FM hýrur í Víkinga leguni. Víkingur hevur í dag (sunnudagin vunnið grannauppgerðina í Fløtugerði í Fuglafirði so sannførandi sum 5-1. Undan hesum umfarinum vóru fýra stig frá toppliðnum og aftur til KÍ á næstfremsta plássi. Tað eydnaðist ikki klaksvíkingum at vinna fulla úrtøku við Stórá í Trongisvági, har úrslitið var málleysur javnleikur. Harvið eru tað seks stig frá KÍ og fram til Víking, sum hevur væl betri málmun enn KÍ.
Sí myndirnar: Soleiðis sær Glasir út í dag
Landsverk hevur havt opið hús á Glasi, og at síggja til vóru nógv fólk, sum sýndu hesum áhuga. Stóri skúlin hevur eina gólvvídd á 19.500 m2, talan eru um seks hæddir, umframt tøknibreyt á 7. hædd.
Stutt eftir klokkan 19.00 í gjárkvøld fekk løgreglan fráboðan um, at eitt lítið ferðsluóhapp hevði verið í vesturbýnum í Havn. Løgreglan var skjót á staðið og sendu somuleiðis ein sjúkrabil til bilin. Talan var um ein bil við einum einsamallur førara. Førarin var ein eldri maður.