Asfalt
All That Rain fer á pallin á Margarinfabrikkini leygarnáttina kl. 3.00, men hetta verður ikki All That Rain, sum vit kenna teir, sum ein av allar bestu dansibólkum í Føroyum men heldur ein veruligur konsertbólk. Lagaskriving fekk nýtt lív, og heildarmyndin broyttist, tá Tangz sangarin <st1:PersonName w:st="on" ProductID="R?kur Jakobsen"$?$end$!$Rókur Jakobsen</st1:PersonName$?$end$!$ kom í bólkin sum sangari. Hóast All That Rain enn er mest virkin sum dansibólkur, so vísti bólkurin í Prix Føroyar hálvfinaluni á Tvøroyri í fjør, at sangskriving hevur tikið eitt lop rætta vegin. Tá gjørdist bólkurin ein tann jaligasta upplivingin á kvøldinum.Teir seinastu seks mánaðirnir hevur fyrrverandi Mark No Limits gittarleikarin Jóhan Ziskason spælt í All That Rain. Við hesum eru tríggir av sterkastu melidiøsu poppbólkunum úr seinhálvfemsunum: Kjølar, Tangz og Mark no Limits runnir saman. Úrslitið hoyra vit leygarnáttina.<BR><st1:PersonName w:st="on" ProductID="Henning Nicodemussen"$?$end$!$Henning Nicodemussen</st1:PersonName$?$end$!$ trummuleikari í All That Rain greiðir frá, at hóast bólkurin síðan semifinaluna í Prix Føroyum ikki hevur spælt stórvegis av heimagjørdum tilfari. So merkir hetta als ikki at All That Rain hevur forsømt at skriva tónleik. Bólkurin hevur ongantíð áður vigað tann heimagjørda tónleikin so tungt sum júst nú.<BR>Orsøkin til at bólkurin ikki hevur framført so nógvan heimagjørdan tónleik er. at fyrst og fremst tann, at nakað av ójavnvág hevur verið í manningini. Á prixnum spældi Hans Ravnsfjall við. Aftaná hann kom Rói Christiansen við í bólkin, men hann er eins og Hans bústaddur í Danmark, so hetta var ikki ein langtíðarloysn. Síðan kom Benjamin Petersen í leikin. Benjamin spældi við í nakrar mánaðir, og aftaná hann kom Jóhan Ziska í bólkin. Jóhan hevur nú spælt við okkum í einar 5 mánaðir, og nú meta vit at langt um leingi er ró komin á manningina., sigur Henning Nicodemussen.
Vit hava vant nógv seinastu mánaðirnar; vit hava verið á onkrari venjingarlegu, og nú eru vit klárir at vísa úrslitið av tí miðvísu venjingini. Á Asfalt fara vit at spæla nyggjan, frískan og feitan tónleik fyri tykkum, og vit kunnu garantera at tónleikurin er fluttur nógv í trá við, at manningin er blivin betur samanspæld, væntandi spæla vit umleið 7 løg og 6 av hesum hava ongantíð áður verið at hoyrt alment., sigur Henning og leggur afturat Tónleikastílurin er rokkur, og vit vóna at tit koma at rokka við okkum í Margarinfabrikkini komandi leygarmorgun kl. 03.00!










