Fekk ytsta sessin

Tá tað gjørdist greitt, at Bogi Løkin var so mikið skaddur, at hann ikki kundi koma við A-landsliðnum til Týsklands, fekk Kaj Leo í Bartalsstovu kjansin

Bogi Løkin, ið hevur 18 A-lands­dystir á baki fyri Føroyar, noyddist at geva avboð til dystin í Týsklandi, tí hann meiddi sær knæið so illa í dystinum ímóti TB um vikuskiftið, at hann neyvan spælir meira fótbólt í ár. Eitt sindur av spenningi var í um, hvør mundi fara at fáa plássið hjá Boga, sum nú brádliga var tøkt.
Tann hepni gjørdist 21 ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu, ið seinnu árini hevur bitið seg fastan á liðið hjá Víkingi, umframt at tað er blivið til seks U21-landsdystir, harav 1-1 javnleikurin ímóti Danmark er tann síðsti. Nú snýr tað seg um A-landsliðið, og hetta er tí ein heilt nýggj uppgáva.
– Eg eri øgiliga spentur og takk­samur fyri, at eg slapp við. Eg visti, at Bogi Løkin var skaddur og ikki kundi vera við, so eg royndi at gera mítt besta undir venjing, so eg fekk víst, at eg kundi koma við. Hetta er sjálvandi øgiliga keð­iligt fyri Boga, men nú eg eri her, má eg bara royna at gera mítt besta fyri meg og landsliðið, sigur Kaj Leo, sum saman við trimum øðr­um U21-lands­liðs­spælarum hevur verið við til venj­ingarnar hjá A-lands­lið­num.
– Tað hevur givið okkum nógv, haldi eg, tí vit eru slopnir at síggja og royna, hvussu tað er at vera við A-landsliðnum. Nú er hetta fyrstu ferð fyri meg, men tað er heilt klárt, at tað hjálpir at koma inn nakrar dagar áðrenn.
Sjálvur sigur hann seg ikki minn­ast so nógv til dystin í 2002, tí tá var hann bara 11 ára gamal, men hann minnist skotið á stongina og at føroyingar spældu ein branddyst, hóast hann ikki hevur sæð dystin umaftur síðani tá. Hinvegin ásann­ar hann, at hesa ferð er talan um aðra avbjóðing.
– Um eg hevði komið inn, so hevði eg verið øgiliga glaður, og um eg ikki komi inn, men vit fáa eitt gott úrslit, so eri eg akkurát líka glaður. Hetta er fyrstu ferð, eg eri við, so eg skal ikki krevja nakað, men bara vit fáa eitt gott úrslit, so er tað nóg mikið fyri meg, sigur Kaj Leo í Bartalsstovu.