Fekk ávaring og ein møguleika afturat

Ein ungur drongur, sum varð tikin fyri harðskap leygarnáttina, hevur fingið ein møguleika afturat frá dómaranum í Føroya Rætti at taka betri partar fyri seg.

Men kortini fekk hann ein lyftan fremstafingur og greitt at vita, at slíkt verður ikki góðtikið.

Hann var fyri í Føroya Rætti í gjár og har fekk hann dóm á staðnum.

Hann er bara 17 ára gamalur og eitt óskrivað blað hjá løgregluni.

Kortini varð hann ákærdur fyri harðskap, tí harðskapurin hann framdi, var av serliga grovum slagi við tað, at hann hevði rent eitt glas í andlitið á einum manni.

Maðurin mátti á skaðastovuna at verða seymaður.

Drongurin, sum framdi harðskapin, varð dømdur 60 daga treytaða fongsulsrevsing við eini royndartíð upp á tvey ár.

Tað merkir, at ger hann líknandi lógarbrot hesi bæði næstu árini, skal hann sita 60 dagar fyri hetta lógarbrotið, afturat tí, hann tá verður dømdur fyri.

Men umframt tað skal hann gera 60 tíma samfelagstænastu.

Tað er ymiskt, hvat hetta inniber, men onkur, sum hevur fingið slíkan dóm, hevur sligið kirkjugarð fyri onkra kommunu.

Og somuleiðis skal hann undir eftirlit av kriminalforsorgini.