Fekk tvíburðar við 17 døgum ímillum

Ein ær á Tvøroyri hevur gjørt tað sjáldsama, at hon hevur lembt tvær ferðir í ár ár - við 17 daga millumbili

Lembing

Nú er lembingin av álvara farin at hella og kring landið eru fólk farin at meta um úrslitið. Hvørt ár er okkurt sermerkt at tosa um í sambandi við lembing og so er aftur í ár.
Poul Eli Bærendsen á Tvøroyri, upplivdi tað sermerkta í ár, at hann fekk tvey lomb undan eini ær.
Í sær sjálvum er tað ikki so sermerkt. Tað merkiliga var, at tað vóru heilir 17 dagar ímillum, at ærin lembdi.
Hann sigur, at ærin lembdi eitt lamb fyrst í mai og so helt hann, at so var tann søgan úti.
Tí gjørdi hann stór eygu, tá ið hann nú um vikuskiftið sá, at ærin hevði lembt eitt lamb afturat.
Hann hevur fingist nógv við seyð, men hann sigur, at hann heur ongantíð verið úti fyri, ella hoyrt um ær, sum hevur lembt tvey lomb sama vár við fleiri daga millumbili.
Lars Mohr Nielsen, djóralækni, sigur, at hetta er ógvuliga sjáldsamt, men tað kemur fyri.
Tað hendir viðhvørt í dýraríkinum, at dýr hava eggloysn fleiri ferðir.
? Tað átti ikki at koma fyri, men tað hendir viðhvørt, at dýr hava eggloysn fleiri ferðir.
?Ærin er kviðin, tá ið hon var á riði fyrstu ferð. Men kortini hevur hon eisini havt eggloysn, tá ið hon hevur verið á riði aðru ferð og so er hon kviðin aftur tá.
? Vanliga hevði tað fyrra fostrið doyð undir slíkum umstøðum, men hesuferð er tað so hent, at bæði fostrini hava yvirlivað.
Lars Mohr Nielsen sigur, at tað ganga júst 17 dagar ímillum, at ein ær er á riði, so tað passar væl.