Fekk trý klipp upp á trý ár

Fleiri bilførarar koyrdu alt ov skjótt tá ið løgreglan gjørdi ferðkanningar í gjár

Aftur í gjár var løgreglan ymsastaðni á meginøkinum ogkannaði ferðsluna – og aftur í gjár vóru tað fleiri bilførara, sum koyrdu alt ov skjótt.

 

Í hesum sambandi var løgreglan á vegastrekkinum til og frá Gomlurætt og har vórðu tveir bilførarir tiknir. Annar varð skrásettur fyri at koyra beint undir 110 kilometrar um tíman, so umframt eina bót upp á 2.000 krónur, fær hann eisini eitt klipp í koyrikortið.

 

Hetta vísir seg annars at vera ein bilførari, sum hevur lyndi til at koyra skjótt, tí hetta er triði ferð, at hesin sami bilførari fær klipp í koyrikortið upp á minni enn trý ár, missur hann eisini koyrikortið treytað. Tískil má hann taka tað av nýggjum, annars missur hann tað heilt.

 

Hin bilførarin var eitt sindur hepnari, tí hann koyrdi beint undir 100 kilometrar um tíman, so hann slapp akkurát undan at fáa klipp.

 

Seinnapartin í gjár var løgreglan eisini á Skálafjørðinum, har tey gjørdu ferðkanningar í bygdum øki, har tað er loyvt at koyra 50. Har fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra 70 og 72 kilometrar um tíman.

 

Ein bilførari fekk eisini klipp í koyrikortið fyri at koyra beint yvir 80 og ein bilførari misti koyrikortið treytað og má taka tað av nýggjum. Hann varð skrásettur fyri at koyra beint undir 100 kilometrar um tíman so har manglaði ógvuliga lítið í, so varð koyrikortið tikið frá honum.