Fekk treytaðan deyðadóm

Ein dómstólur í Beijing dømdi í nátt Gu Kailai til deyða fyri at hava beint fyri einum bretskum handilsmanni. Málið hevur havt stóran áhuga bæði í Kina og aðrastaðni, tí Gu Kailai er kona Bo Xilai, ið bleiv mettur sum ein av teimum komandi leiðarunum í Kina. Hendan tilgongdin fekk tó ein bráðan enda, tá konan bleiv skuldsett fyri dráp.

Rætturin gjørdi kortini av at gera deyðadómin treytaðan, og brýtur Gu Kailai ikki lógina tey bæði næstu árini, verður deyðadómurin ikki fullførdur. Hinvegin sleppur hon ikki úr fongslinum enn á sinni.

Kinesiska løgreglan kannar í løtuni skuldsetingar ímóti Bo Xilai um korrupsjón. Sambært fjølmiðlunum kann tað eisini hugsast, at hann verður ákærdur í sambandi við morðið hjá konuni.